LEIÐARIN – NORÐLÝSIÐ: Karsten Hansen, løgtingsmaður hevur ein sera viðkomandi fyrispurning til landsstýrismannin í innlendismálum Anniku Olsen, sum í fyrstu atløgu snýr seg um Akstovuna.
Víst verður á, at Akstovan í áravís hevur fingið hækkandi játtan, og nú, hann lotar av hanakjafti skal pinkulítla virksemið Akstovan hevur havt í Norðoyggjum sparast burtur, helst fyri at varðveita arbeiðispláss í høvuðsstaðnum, sum tingmaðurin metir.
Hetta eru júst trupulleikar, sum økini uttanfyri høvuðsstaðin alla tíðina koma útí. Tað lá eitt sindur á sama bógvi, tá høvuðsstaðarpressan fyri stuttum hevði samrøðu við lækna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. sum skilst vera vit taparar hvørja ferð vit samstarva við eitt nú landssjúkrahúsið, tí tá sparast skal, velja almennu stjórarnir í høvuðsstaðnum sum oftast lættastu loysnina, nevniliga at spara í útjaðaranum á "kongaríkinum".
Í viðmerkingunum til fyrispurning sín, nevnir løgtingsmaðurin fleiri viðkomandi dømi um alment virksemi, ið fyrst verður burturspart í útjaðaranum, um vit kunnu kalla okkum tað.
Vit kenna eisini til trupulleikarnar hjá kommunum. Tað er tí uppá, at gongd kemur á at geva kommununum meira sjálvstýri, og at avgerðirnar í føroyska samfelagnum, tá ræður um sosialmál, verða tiknar so nær umhvørvinum sum gjørligt.
Leingið hevur verið tosað um eldraøkið. Tað er ikki nøktandi sum tað koyrir ídag. Ein kommuna sum Klaksvíkar Kommuna átti at fingið ein posa av peningi til at røkja eldraøkið við, soleiðis at vit, sum búgva í økinum, kenna at vit hava ávirkan, og at tað virkar, tá vit gera vart við okkum.
Tað er helst sera hugstoytt, tá lokalleiðslan fyri eldraøkið í Norðoyggjum verður noydd at spara inn á bein, orsakað av at ov nógv hevur verið brúkt aðrastaðni.
Vit hava nevniliga lagt til merkis, at vit ongantíð hava hoyrt um ovurnýtslu í eitt nú heimarøktini í Norðoyggjum, hóast javnur og aháldandi lamrum um hetta hevur ljóðað aðrastaðni frá. Men hóast leiðslan her hevur hildið seg innan sínar rammur, verða játtaninar minkaðar, kanska eisini tí at onnur øki hava brúkt meira enn gott er.
Meira lokalt sjálvstýri til kommunurnar takk.




