Ídag kunngerð valnevndin hjá Klaksvíkar Býráð valevnislistarnar til komandi býráðsval, og harvið kann sigast at valorrustan rættuliga er byrjað.
LEIÐARIN
Listarnir, sum seinastu valini hava fingið flestar atkvøður eru fólkaflokslistin og tjóðveldislistin. Við seinasta val fingu hesir báðir flokkarnir so nógvar atkvøður, at teir kundu mynda býráðsmeirilutan saman og seta hinar tríggjar flokkarnar uttanfyri um teir vildu.
Tað kom helst eitt sindur óvart á flestu eygleiðarar, at Fólkaflokkurin fekk so nógvar atkvøður seinast. Jógvan við Keldu, sum hevði verið stóri atkvøðuslúkurin valið frammanundan stillaði ikki uppaftur, og tí mundu flestu rokna við eini afturgongd fyri flokkin. Men so varð ikki, helst eisini orsakað av at Miðflokkurin ikki stillaði upp seinast, men hevði gjørt tað í 2000.
Aftur hesaferð síggja vit, at ein profilur hjá Fólkaflokkinum ikki stillar upp, nevniliga Jákup Mikkelsen, hann hevði flestar atkvøður á Fólkaflokslistanum seinast, so tað verður spennandi at síggja, um listin hóast tað, aftur megnar at fáa heilar fýra býráðslimir.
Hvussu fer at gangast Tjóðveldinum er ilt at spáa um, men um hugt verður at listanum, so má ásannast, at listin sýnist at vera sterkur. Spurningurin er so, um harðliga uppbremsingin hjá meirilutanum í býráðnum, nú beint uppundir val, fer at kosta ábyrgdarflokkunum atkvøður.
Nevnt hevur verið, at meirilutin hevur í hyggju at hækka skattaprosentið og harafturat gera stórar sparingar í fíggjarætlanini, ið helst eisini fara at kosta kommunal arbeiðispláss, og tað plagar ikki at vera nakað, sum savnar atkvøður til meirilutan.
Men skulu stóru flokkarnir missa atkvøður, so skal onkur fáa, og nettup hvør skal fáa er kanska ilt at fáa eyga á, tí valevnislistarnir hjá hinum flokkunum eru ikki so nógv broyttir. Eitt nú hevur listi C mist ein av sínum stóru profilum, Thorleif Sigurðsson, sála. Listi C skuldi kanska annars verið besta boð uppá eitt alternativ til A og E listarnar.
Nú vit sita við valevnislistunum í hondini, kundi eisini verið áhugavert at farið at gitt um borgmeistaraevni.
Henda ikki stórar broytingar í atkvøðubýtinum, tá valið er av, so má vælsagtans roknast við, at antin ger Fólkaflokkurin samgongu saman við teim smáu, ella Tjóðveldi saman við teim smáu, ella eisini fáa vit eina AE samgongu.
Verður sum gitt, so kann roknast við at borgarstjórin komandi árini verður antin úr Fólkaflokkinum ella Tjóðveldinum og tá er kanska ikki so torført at seta nøvn á. – Men, sum maðurin segði: Ilt er at spáa…




