Dysturin verður væntandi vístur uttanlands.
Dysturin verður væntandi vístur uttanlands.
Norðlýsið frættir frá KÍ, at uppundir dystin hevur áhugi verið uttanlands fyri at selja dystin millum KÍ og svenska stórfelagið AIK. Samráðingar hava verið í gongd og væntandi kemur alt uppá pláss áðrenn dystin. Tað er tó ógreitt, hvar dysturin kann síggjast, tí KÍ selir ikki dystin til nakra beinleiðis sjónvarpsrás, men til fyritøku, sum so selir dystin víðari, møguliga til ymsar pallar so sum veddingarsíðir o.a.
Dysturin millum KÍ og AIK á ovara vølli í Gundadali byrjar hóskvøldið kl. 19.00




