Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

AIK keypt álopsleikara fyri knappar 8 milliónir

Jákup Ósá

Nýggi leikarin frá Argentina verður kunngjørdur á Friends Arena hóskvøldið til dystin millum AIK og KÍ.

Nýggi leikarin frá Argentina verður kunngjørdur á Friends Arena hóskvøldið til dystin millum AIK og KÍ.

Í dag hevur AIK kunngjørt, at felagið hevur keypt álopsleikara úr Argentina. Talan er um 22 ára gamla Nicolás Stefanelli, sum kemur frá Defensa y Justicia úr bestu deildini í Argentina. Sambært heimasíðuni matchdax.se liggur prísurin á 7,7 milliónum føroyskum krónum. AIK skrivar á síni heimasíðu, at nýggi álopsleikarin alment verður kunngjørdur, tá AIK og KÍ spæla seinna Europa League dystin í Stokkhólm hóskvøldið. Niðanfyri kann eitt av málunum hjá nýggja álopsleikaranum síggjast. 


Nýggi leikarin kann ikki spæla ímóti KÍ, tá hann er keyptir ímillum báðar dystirnar.