Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

AIK vann svenska meistaraheitið

Jákup Ósá

Mótstøðuliðið hjá KÍ fyri einum góðum ári síðani í Europa League vann í dag svenska meistaraheitið.

 

AIK tryggjaði sær meistaraheitið í síðsta umfarinum í dag við 1-0 sigri á útivølli móti Kalmar FF. Hetta gjørdi, at AIK vann meistaraheitið við 67 stigum fyri 30 umfør og hevði bara eitt tap. 

 

KÍ fekk 0-0 javnleik á heimavølli móti AIK, men tapti 5-0 á útivølli. Fleiri av leikarunum spæla framvegis við AIK og venjarin, Rikard Norling, er tann sami.