Listin hjá Vága Javnaðarfelag til løgtingsvalið 1. september er nú klárur og vit kunnu við gleði kunngera, at vit hava kynsjavnvág á listanum.
Valevnini eru Aimé Jacobsen úr Sørvági og Kristoffur Gaardlykke úr Miðvági.
Aimé er 55 ár, útbúgvin lærari og starvast í Sørvágs skúla. Hon er gift við Heina Davidsen og saman eiga tey trý børn.
Kristoffur er 38 ár, útbúgvin bilsmiður og maskinistur og starvast hjá Royal Greenland. Kristoffur hevur áður verið varalimur fyri Javnaðarflokkinum á Føroya Løgtingi. Hann er giftur við Anju Næs og saman eiga tey tríggjar synir.
Vága Javnaðarfelag fegnast um, at listi okkara hevur tvey sterk valevni, ið saman við hinum valevnunum hjá flokkinum, eru til reiðar at gera teirra allarbesta fyri, at ein sterkur Javnaðarflokkur fær høvi at skipa samgongu eftir valið.




