Í samband við Torradagar 2008, sýna vit ein film um Ainu Cederblom, eisini kemur Nicolina J. Beder, at greiða frá um Ainu.
Aina Cederblom varð fødd í 1896 og gjørdi vart við seg í øllum Norðurlondum í 1933, tá ið hon sigldi við sínum lítla motorbáti, Rospiggen II, úr Svøríki til Føroyar umvegis Hetland – og helt síðani leiðina fram við skonnartini Stellu Mariu, til Grønlands. Hagani royndi hon at sigla yvir til Amerika. Seinni kom Aina aftur til Klaksvíkar og bygdi vevskúlan úti í Grøv, sum er virkin tann dag í dag.
Filmurin/fyrilesturin um Ainu Cederblom verður í morgin, ley. 23. feb. kl. 19:00.
Hóast atgongumerki er ókeypis, so verður atgongumerkjasølu skipanin nýtt, tískil kunnu fólk tryggja sær pláss í góðari tíð, antin við at heinta atgongumerki á Shell-støðini í Klaksvík (frá kl. 07:00 til kl. 23:00), ella í Atlantis, tá Atlantis er opið.
Atlantis letur upp ½ tíma áðrenn hvørja filmssýning/tiltak og letur aftur tá filmssýning/tiltak er byrjað.
Meira á Atlantis.fo




