Felagið hjá Ljósmøðrunum, hevur sent Heilsumálaráðnum eina kæru har stjórin á Landssjúkrahúsinum eisini verður ákærdur fyri at blanda seg uppí hvat starvsfólk skrivað á Facebook, hvar møblar skulu standa á Landssjúkrahúsinum o.so.fr..
Felagið hjá Ljósmøðrunum, hevur sent Heilsumálaráðnum eina kæru har stjórin á Landssjúkrahúsinum eisini verður ákærdur fyri at blanda seg uppí hvat starvsfólk skrivað á Facebook, hvar møblar skulu standa á Landssjúkrahúsinum o.so.fr..
Í drúgvu kæruni stendur m.a.:
…..Persónligan ágang frá sjúkrahússtjóranum móti navngivnum ljósmøðrum
Sum nevnt í viðm. til pkt.11, hevur deildarleiðarin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum á fyrrverandi
føðideildini nokta samstarv, felagsfundir og eftirmetingar uttan nakrar fylgir. Harafturímóti eru minstu tilburðir, har ljósmøður hava úttala seg, ella tikið sjálvstøðugar avgerðir um smálutir á deildini, klagaðir beinleiðis til sjúkrahússtjóran uttan um leiðandi ljósmóður og depilsleiðslu, har stjórin síðani hevur kravt, at leiðandi ljósmóðir ger rættleiðandi samrøður ella gevur ávaringar.
Eitt groft dømi um hetta var, tá skriviborðið hjá deildarljósmóðrini varð flutt út frá skrivstovuni felags fyri deildarljósmóður og deildarsjúkrarøktarfrøðingin. Tá varð ein sofa samstundis flutt út frá felagsskrivstovuni hjá ljósmøðrum og sjúkrarøktarfrøðingum á deildini. Eingin kunning var givin um hetta, hvørki um hví ella hvør hevði tikið avgerðina. Tá ein ljósmóðir møtti inn í náttarvakt sama kvøld, gjørdist hon varug við, at einasti møguleiki at sita niðri í vaktini og samstundis kunna eygleiða innlagdar barnakonur, mammur og børn teirra, var at sita við telduna. Óneyðugt er at siga frá, at allar deildir hava bleytari møguleikar at sita/hvíla seg í um náttina, eitt nú portørar og onnur. Náttararbeiði er sera strævið og ábyrgdin er serliga stór á sjúkrahúsum við ongum serlæknum í húsinum á kvøld/náttartíð. Sí eisini viðm. til pkt. 13.
Vanligt hevur eisini verið á føðideildini, at starvsfólk sjálvi hava innrætta starvsfólkarúmini. Í hesum førinum var greitt, at hóast skrivaraborðið til deildarleiðarin hjá ljosmøðrunum var flutt inn har sofan stóð áður, var kortini pláss fyri sofuni. Tí valdi ljósmóðirin at flyta sofuna inn aftur í felags skrivstovuna fyri at betra um umstøðurnar fyri alt starvsfólki á deildini. Hon gjørdi hinum starvsfólkunum í vaktini greitt, at um fyribilssetti deildarleiðarin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum nú hevði egna skrivstovu, undraðist á at sofan var flutt, so kundi deildarleiðarin spyrja seg.
Púra óskiljandi gjørdist hetta til eitt stórmál, har sjúkrahússtjórin, vegleiddur av starvsfólkaleiðaranum, kravdi, at ein ávaring skuldi gevast, tí ljósmóðirin hevði broytt eina leiðsluavgerð hjá honum. Sí viðheft samskifti millum ljósmóður og sjúkrahússtjóran, fylgiskjal 17.
Eitt annað sera óheppi dømi snýr seg um ákæru um ÓTH tí “óskrivað mannagongd” varð brotin tann 4. apríl 2017. Tá ein barnakona ella ein nýføðingur gerast sjúk, hevur ljósmóði sambært lóg skyldu til at senda boð eftir lækna, og hevur ábyrgd av sjúklinginum inntil læknin tekur yvir. Í hesum førinum fylgdi ljósmóðirin sínum lógarásettu skyldum, og sendi boð eftir barnalækna, tí føðilæknin bað um tað. Tá barnalæknin varð boðsendur samb. mannagongd og lógarásetingum, fer hann til stjóran og pástendur, at ljósmóðirin ikki hevur fylgt mannagongd um at senda boð eftir neonatalsjrúkrarøktarfrøðingi eisini. Eingin slík mannagongd var galdandi 4. apríl ‘17, bert ein útgingin mannagongd um nær barnalæknin skal boðsendast, sí fylgiskal 18.
Sjúkrahússtjórin fer beint til leiðandi ljósmóður og klagar um, at har hevur verið ein sonevnd ÓTH. Hetta hóast als eingin mannagongd er um, at ljósmøður hava ábyrgdina av at senda boð eftir neonatalsjúkrarøktarfrøðingi í slíkum førum. Eftirfylgjandi rættaði barnalæknin mmannagongdir uttan hoyring ella skjalfestan av dagføringini, sí fylgiskjal 19. Sí eisini viðm. Til pkt. 17.
Gerast skal vart við, at barnalæknin hevur onga ábyrgd av føðingum. Tað hava ljósmøður og føðilæknar. Barnalæknin, ið hoyrir til medisinska depilin, eigur bert at koma, tá hann verður boðsendur. Hvørji starvsfólk honum nýtist til at gera tað hann er pliktaður til, er hansara ábyrgd.
Umráðandi er at gera vart við, at ljósmóðirin hevur sera nógv atlit at taka, tá akuttar støður taka seg upp á føðistovu og eigur ikki at brúka eyka tíð uppá slíkar eykauppgávur. Kortini velur sjúkrahússtjórin ikki at eftirkanna ábyrgd og verandi mannagongdir, men trýr uppá klaguna og illtonkir arbeiði hjá ljósmøðrunum. Hann heldur fast um at “óskrivaðar mannagongdir” eisini skulu haldast. Sí eisini pkt. 17.
Tað, at óskrivaðar mannagondir skulu haldast, er ikki í tráð við tilmæli frá IKAS, sum í samband viðdokumentstyring, ger vart við atretningsgivende dokumenter udarbejdes og godkendes efterden fastlagte proces.
Enn eitt dømi um óhóskandi uppíblanding frá sjúkrahússtjóranum kom eftir avgerðina um at býta føðideildina í tvey og koyra ljósmøðurnar út av deildini. Tá kom málið í fjølmiðlarnar og ljósmøðurnar vóru sera ørkymlaðar og skelkaðar og onkrar tóku lut í ymsum kjakum á m.a.
Facebook. Ein ljósmóðir valdi á sínu egnu facebooksíðu at gera viðmerking um úttalilsi hjá
sjúkrahússtjóranum og onkur onnur gjørdi eisini eina viðmerking. Har vórðu ikki nevnd nøkur nøvn í hesum viðmerkingum. Kortini valdi sjúkrahússtjórin at kontakta leiðandi ljósmóður seint á kvøldi, og bað hana gera teimum ljósmøðrunum, nevndar við navni, greitt, at tílíkur atburður ikki verður góðtikin. Hann kann ikki sjálvur hava sæð viðmerkingarnar, men hevur fingið frágreiðing um hesi kjak og viðmerkingar frá øðrum. Aftur her vera ljósmøður illtonktar, heldur enn spurdar.
Harumframt meta vit, at stjórin fer út um mark fyri hvat í privatlívinum hjá fólki, hann kann leggja seg uppí.
Tílík mál har starvsfólk ikki verða eftirspurd so eitt virðiligt samskifti kann verða um hendingina og møguligar misskilingar burturbeinast, men ístaðin vera klagaði beinleiðis til stjóran og hótt við ávaring ella uppskrivaði sum ÓTH, skapa ótryggleika og viðføra vantandi áræði at taka neyðugar, sjálvstøðugar avgerðir. Hetta er stórur bági fyri trivnaðin. Eingin veit nær hann aftur smekkar til. Tá sjálvur stjórin tilvitaður elvir til áhaldandi brot á Missión og Visjón hjá Landssjúkrahúsinum er lítið gott í væntu.
–
Vit kæra sjúkrahússtjóran fyri hóttandi atburð og fullkomiliga vantandi áhuga at kunna seg um umstøðurnar, áðrenn hann hevur dømt navngivnar ljósmøður.
–
Vit kæra, at arbeiðsgleðin, fakliga sjálvsálitið og áræði og grundleggjandi trivnaðurin hjá okkum sum fakbólkur og einstaklingar miðvíst verður tikin frá okkum.




