Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ákærurnar móti Kára P. og Løgmanni eru politiskar

John William Joensen

Norðlýsið heiti á Jógvan Páll Lassen, advokat, at lesa arbeiðssetningin hjá setta kanningarstjóranum, og niðurstøðan er at tað er einki hjá einum løgfrøðingi at fara eftir. Landstýrismálanevndin hevur við at seta ein kanningarstjóra hildið lív í málinum politiskt og tað verður sera trupult hjá einum løgfrøðingi at koma til nakra aðra niðurstøðu enn at alt er farið fram eftir galdandi reglum.

Norðlýsið heiti á Jógvan Páll Lassen, advokat, at lesa arbeiðssetningin hjá setta kanningarstjóranum, og niðurstøðan er at tað er einki hjá einum løgfrøðingi at fara eftir. Landstýrismálanevndin hevur við at seta ein kanningarstjóra hildið lív í málinum politiskt og tað verður sera trupult hjá einum løgfrøðingi at koma til nakra aðra niðurstøðu enn at alt er farið fram eftir galdandi reglum.

Anfinn V. Hansen, er ein sera dugnaligur advokatur og fakligi stoltleikin sum hann hevur fer sjálvandi ikki at ávirka hansara løgfrøðisligu meting av málinum. At hann einaferð í tíðini hevur verið virkin í Fólkaflokkinum kann neyvan brúkast móti honum nú hann skal kannað Løgmann og Kára P. Højgaard.

Men við at lesa arbeiðssetningin sum kanningarstjórin hevur fingið frá Landsstýrismálanevndini dugið eg ikki at síggja at her er nakað løgfrøðisligt at koma eftir. Talan er heldur um eitt politiskt mál har ein kann kjakast um ein er nøgdur við politisku handfaringina av málinum ella ikki og her hevur løgtingið tikið støðu. Løgtingið hevur sagt at tað hevur fult álit á løgmanni og harvið hansara politisku handfaring av málinum.

Álvarsamasta ákæran móti Kára P. Højgaard er um hann skal hava krógva tíðandi upplýsingar í samband við tingviðger og eisini her er talan um politiskar metingar, tí tað er púra vanligt at landstýrisfólk og aðalráð meta um hvørjir upplýsingar eru viðkomandi ella ikki. Tá tað verður sagt at tingið altíð skal hava allar upplýsingar í einum málið sum verður lagt fyri tingið er tað beinleiðis í andsøgn við veruleikan tí tað verða hvønn dag løgd stórmál fyri løgtingið har bert ein brotpartur av upplýsingum fylgja við.

Politikkur og ikki jura

Álvarsamasta ákærupunkti móti løgmanni er um hann hevur røkt sína eftirlitsskyldu og hetta er púra burturvið at lata ein løgfrøðing eftirkannað tí talan er eisini her um eitt politiskan spurning.

Í veruleikanum er einki hjá einum kanningarstjóra at fara eftir tí her er eingin “smoking-gun”.

Eg legði til merkis at nú tosar man nógv um hvørt løgmaður munnliga skal hava sagt gott fyri “Break-fee” avtaluni við CIP, men hetta kann heldur ikki brúkast juridiskt tá hetta ikki framgongur í nakrari fundarfrásøgn.

Tí er mín niðurstøða at Landstýrismálanevndin politiskt hevur valt at halda lív í einum málið við at seta ein løgfrøðiligan kanningarstjóra.

Harleywoodpaint