Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áki Andreasen, skrivar: Tá Óli Brecmann tók tingskipanina av ræði og hjálpti Jóannes Eidesgaard

(Norðlýsið – Tíðindi)

Fríggjadagin í farnu viku samtykti í løgtingi, at Jóannes Eidesgaard kortini skal svara skrivligum spurningi frá Høgna Hoydal, sum hann, við hjálp frá Óla Breckmann sum sat í løgtingsformanssessinum, í fyrstu atløgu snúði sær undan at svara tá teir vóru settir munnliga.

Hósdagin 8. november var løgmaður í tinginum. Formaður Tjóðveldisfloksins hevði m.a sett løgmanni 2 spurningar, um avleiðingar av skatta – og sosialpolitikkinum hjá samgonguni.

Løgmaður kroystur upp í ein krók.
Løgmaður trein á røðarapallin, og í ein illsintisrøðu, sum bar brá av einum kroytstum løgmanni, snúði hann sær undan at svara spurningunum

Um hann í síni javnaðarsál hevur ilt við at greiða Føroya fólkið frá hvørjar avleiðingarnar eru, tá skatta – og sosialpolitikkur samgongurnar ferð at merkjast millum landsins borgarar, er sjálvandi ilt at meta um, men løgmanssessurin er helst somikið fjálgur at útsølan av javnaðarhugsjónini er eitt rímiligt gjald. Hin møguleikin er sjálvandi at løgmaður ikki – uttan víðari er førur fyri at greiða frá hesum avleiðingunum, um so er hevur hann sum samgonguleiðari ein trupulleika.

Bjargingar kransurin frá Breckmann.
Óli Breckmann, sum sat í formanssessinum í tinginum hesa løtuna, gjørdi skjótt av, tá løgmaður var liðugur at niðurgerða bæði spyrjarin og tingskipanina sum heild, tók løgtingsformaðurin yvir og gjørdi ikki mætari enn at taka spyrjaran av ræði, tók setta spurningin av skránni, í meðan hann skírdi tingarbeiði at vera “sirkus” og “glantrileik”.

Tað er týðuligt at hetta var avtala spæl millum Óla Breckmann og løgmann.

Virðing fyri tinginum?
Hendingin var ein skamblettur fyri tingarbeiði – men Jóannes Eidesgaard, løgmaður hevur áður víst at tá til skarpskeringar kemur, er virðingin fyri tingarbeiðinum so sum so, og serliga um arbeiði og innihaldið, ikki heilt gongur soleiðis sum løgmaður vil hava tað. At Óli Breckmann stuðlar undir, er kanska heldur ikki so løgið, tí maðurin hevur eisini víst, at hann metir tingsins røðarapall at vera sítt egna talurør út til allar føroyingar, og so kann tað gera tað sama hvat hann velur at siga – alt ber til.

Løgmaður skal svara.
Tá spurningurin bleiv settur skrivliga, samtykti løgtingi at løgmaður skal svara. Møguliga fyri at byrgja upp fyri svarinum uppá klaguna frá Tjóðveldisflokkinum, men greitt er at løgmaður nú hevur allar møguleikar fyri at fáa eitt svar frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, og svarið kann so eisini undirbyggjast við eitt sindur av “góðum borgarligum” skatta – og sosialpolitikki frá Fólkaflokkinum.

Harleyfacadeacryl