Video: Hóast VÍF bara einaferð í dystinum – í 60. minutti – kom á odda móti H71, so vunnu vestmenningar dystin í Hoyvíkshøllini mikukvøldið.
27-26 vitnar um ein spennandi dyst, men í løtum var H71 frammanfyri við 5-6 málum. Bæði í fyrra og seinna hálvleiki. Men VÍF liðið tykist vera væl fyri og trúgva uppá tað allan vegin samstundis, sum breiddin er stór. H71 spældi væl til tíðir, tá teir funnu holini í VÍF verjuni, sum serliga fyrra partin av seinna hálvleiki hevði trupulleikar við síni offensivu verju. Men seinastu løtuna av dystinum fór H71 at gera nógv mistøk, har VÍF hevði avlisið teirra álopsspæl, sum heilt klárt manglar vinstra handaðar skjúttar. Vestmenningur komu uppá javnleik seinastu minuttirnar og í seinasta álopinum eydnaðist tað Sámal Joensen at fáa brotskast. Tað setti vælleikandi Áki Egilsnes í málið. Sostatt var tað nokk hjá VÍF bara at koma odda einaferð í dystinum, sum var í 60. minutti.
Kappingin í Atlantic Airways deildini sær út til at blíva nógv javnari enn vanligt, har øll taka stig frá hvørjum her í byrjanini av kappingini.
Niðanfyri kann seinasti minutturin av dystinum síggjast.




