Akraberg fór at sigla í gjárkvøldið við fullari last av heilfrystum makreli
Akraberg fór at sigla í gjárkvøldið við fullari last av heilfrystum makreli – útvið 600 tons. Akraberg hevur fiskað makrelin í altjóða sjógvi norðanfyri á uml. 71N.
Teir verða á Fuglafirði seinnapartin í morgin. Veiðan verður løgd upp til Bergfrost.
Tað er heimasíðan jn.fo, sum veit hesi tíðindini at siga í morgun.




