Løgmaður á øðrum sinni, Aksel Vilhelmsson Johannesen, sigur, at hann fer stórt sæð at halda fram, har hann slepti í 2019. Føroyingar skulu bara vænta onkrar smávegis broytingar í mun til tað, onga kollvelting. Norðlýsið hevur hitt nýggja løgmannin og spurt hann um Suðuroyartunnil, tøkugjøld, gongd í haga, Barentshavið og tað, at 7 av 9 landsstýrisfólkum koma úr Havn og als onki úr norðara partinum av Føroyum.
Neyðugu pengarnir skulu setast av til fyrireikandi arbeiðið til Suðuroyartunnil, sigur Aksel V. Johannesen, og fyrireikingarnar skulu vera lidnar umleið 2024. Men búskaparliga haldførið og fíggingarleisturin hava nógv at siga, er løgmaður skjótur at leggja afturat. Hann vil eisini hava eina breiða semju millum samgongu og andstøðu um hetta málið.
Tá tað kemur til málið um gongd í haga, so eru allir tríggir samgonguflokkarnir samdir um, at allir føroyingar skulu hava rætt til at ferðast í egnari náttúru ókeypis, men at landbúnaðurin kortini skal virðast. Vinnulig ferðavinna kann taka gjøld, men teir pengarnir skulu liggja eftir á staðnum.
Síðani koma vit til spurningin um samansetingina av Landsstýrinum. Spurdur um tað ikki er eitt havnastýri, vit hava fingið, tí ongi landsstýrisfólk norðanífrá eru at fáa eyga á, svarar nýggi løgmaðurin, at hóast øll landsstýrisfólkini hjá Javnaðarflokkinum búgva í Suðurstreymoy, so kemur ongin av teimum úr Suðurstreymoy:
– Eg haldi at tey flestu føla seg sum tað, har man er føddur og uppvaksin; tað geri eg sjálvur, ið hvussu er. Eg føli meg sum klaksvíking, og tað havi eg altíð gjørt, og tað fari eg nokk altíð at gera, sjálvt um eg ikki búgvi har í løtuni.
Hann sigur at tað er umráðandi, at Landstýrið er fyri alt landið og alt fólkið, sum býr í Føroyum.
Torføri spurningurin um Barentshavið brillierar við síni fráveru í samgonguskjalinum, og tað er heilt tilvitað, sigur Aksel V. Johannesen. Flokkarnir halda tað sama sum áðrenn valið, og tað fer at verða tikið upp saman við Uttanlandsnevndini, og Aksel V. Johannesen sigur seg vilja hava eina semju millum allar flokkar ella í øllum førum millum so stórar partar av Løgtinginum sum gjørligt.
Ætlanin hjá samgonguni er at økja tøkugjøldini á alivinnuna munandi. Men sum nakað nýtt ætlar nýggja samgongan, at alt ikki skal falla niður í stórapott sum higartil. Kommunurnar, sum missa partafelagsskattainntøkur vegna øktu tøkugjøldini, skulu framyvir fáa lut í tøkugjøldunum. Júst hvussu býtislykilin millum land og tær raktu kommunurnar fer at síggja út, veit løgmaður ikki at siga enn.


