Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Aksel tveitt Kristin úr Javnaðarflokkinum

Jóhann Lützen

Javnaðarflokkurin boðar í tíðindaskrivi nú frá, at Kristin Michelsen ikki longur er partur av Javnaðarflokkinum og at hann heldur ikki sleppur á listan hjá Javnaðarflokkinum til komandi løgtingsval

Tíðindaskrivið frá Javnaðarflokkinum er soljóðandi:

 

Kristin Michelsen, tingmaður, boðaði í januar 2018 alment frá, at hann ikki kennir seg bundnan til at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum, men tekur persónliga støðu frá máli til mál.

Henda støða ikki er haldgóð.

Harumframt hevur Kristin Michelsen eitt arbeiðslag, ið eg sum formaður í Javnaðarflokkinum ikki kann góðtaka.

Tískil skal eg við hesum boða frá, at tingbólkurin hevur tikið ta støðu, at Kristin Michelsen ikki longur er partur av tingbólki floksins í Løgtinginum.

Hartil hevur starvsnevndin hjá Javnaðarflokkinum tikið ta støðu, at Kristin Michelsen ikki verður á listanum hjá Javnaðarflokkinum til komandi løgtingsval.

 

Aksel V. Johannesen

Formaður í Javnaðarflokkinum