Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

AKVARIUM – TSUNAMIUM

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Hetta er eitt óhugnaligt og ágangandi rák fyri eina so lítla tjóð sum Føroyar.

Hetta er eitt óhugnaligt og ágangandi  rák fyri eina so lítla tjóð sum Føroyar. Allar heimildir, allur avgerðarrættur verður fluttur úr økinum uttanfyri miðstaðin við  beinari kós móti miðstaðarøkinum.

Hetta óhepna miðsavningarrákið síggja vit innanfyri sjúkrahúsverkið, almennar stovnar av ymsum slag, tryggingarvirksemi, bankavirksemi. Allur avgerðarrættur er í høvuðsstaðnum. Tí er leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsið ein tornur í eygunum á sentralistunum.

Tað er økið uttanfyri miðstaðin , sum er grundvøllurin undir vælferðarsamfelagnum í dag. Tað er her útflutningsvirðini, sum vit øll liva av, verða skapt.

Veit væl, at tað longu nú eru nógv, sum eru blivin óð, bara eftir at hava lisið hesar fáu linjurnar. Men tað kann ikki sigast meira pedagogiskt. Hetta er veruleikin, og sum kunnugt, er hann ofta illa lýddur.

Vágar nakar sær at muta eitt sindur ímóti , ja so skal ein vera gjørdur av serligum tilfari, tí ágangurin er øgiligur. Niðurgeringin er stór, og nøkur fyrrverandi bygdafólk eru stundum tey sum rópa harðast í kórinum.

Stórt sæð allur avgerðarrættur er komin væl uppá pláss í miðstaðarøkinum, men tað verður ikki helma í her. Tey fáu vitannartungu arbeiðsplássini skulu eisini í miðstaðin. Men vit uttanfyri, sum búleikast har útflutningvirðini verða skapt, kunnu vænta ein dag at sita eftir við ongari tilbúgving, ongum sjúkrahúsi. Um tað verður sum nógv í miðstaðarøkinum ynskja, so verður haraftrat eykaskattur lagdur á okkum fyri at koyra ein túr til paradísið. Har er gleði og gaman og landið flýtur í mjólk og hunangi. Hetta sum beinleiðis úrslit av virðunum, sum verða drenaði til paradísið frá býunum og bygdunum uttanfyri.

Seinasta skotið á stammuni eru arbeiðsplássini hjá Palliba og Marsannu, sum skulu á uppboðssølu. Hesi sum endiliga hava fingið góðan kjans við góðum skipi. Nei nú verður hetta ikki tolt. Og so tosa fólk um øvundsjúku. Palliba og Marsanna skulu ikki heysta fruktirnar. Tey hava ikki gingið nóg leingi í skúla til at hava eina so góða inntøku.

Aliringar, sum “dálka” firðir og sund kunnu tit hava í útjaðaranum, men eitt virðiligt akvarium verður okkum ikki unt.

Alt hetta hendir, meðan løgmaður førir fram, at virðini skulu koma út í hvønn krók í Føroyum. Í nýársrøðu síni førdi løgmaður eisini m.a. fram, at gjógvin millum miðstaðarøki og restina av Føroyum skuldi minka.

Harra løgmaður kom út úr buskinum og greið okkum frá, hvat boðskapurin hjá tær er í hesum fáum orðum. Tey sita væl , eru løtt at endurtaka og løtt at minnast til. Hvat merkja tey í praksis ?