Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ala nú tosk á Árnfjarðarvík

John D. Olsen

Mikudagin setti Faroe Salmon 20.000 toskayngul út á Árnfjarðarvík.

Hetta er fyrstu ferð, at toskayngul verður sett út í vinnuligum høpi. Í dag verður aftur sett út, soleiðis, at tilsamans umleið 50.000 smáir toskar fara at svimja á víkini.

Talan er um yngul undan toski av Føroya Banka, sum er kendur fyri at hava eina serliga genetiska samanseting, ið m.a. ger at hann veksur skjótt. Fiskaaling fekk 70 lívfiskar av Bankanum í fjørð, og hevur Fiskaaling fingið 60 lívfiskar afturat í ár. Ingolf Joensen, stjóri á Fiskaaling, heldur, at tað hevur gingið væl at fáa yngulin at vaksa og búnan til at fara á sjógv.

Á Nesvík hevur Fiskaaling fýra byrgingar, sum verða brúktar til at framleiða reyðæti í. Tað er nevniliga soleiðis, at toskayngul má fáa livandi føði fyri, at hann skal trívast.

– Tá yngulin er nýklaktur, hevur hann eitt depot, ið hann kann dúva av fyrstu vikuna. Men eftir tað, skal toskayngul hava reyðæti at eta. Við anlegginum í Nesvík hava vit sera góðar royndir at framleiða reyðæti. Hetta hevur gjørt, at yngulin alla tíðina hevur havt nokk at eta, og tískil góðar umstøður at vaksa.

Stjórin í Fiskaaling, Ingolf Joensen, sigur, at nógv er broytt viðvíkjandi toskaaling síðan tær fyrstu royndirnar vóru gjørdar í Føroyum í 90’unum. Seinastu árini hava royndir m.a. verið gjørdar í Norra. Sjálvt um úrslitini hava verið misjøvn, so hava onkrir, ið hava roynt at alt tosk, fingið lønandi virksemi burturúr. Sjálvur er Ingolf bjartskygdur viðvíkjandi framtíðar møguleikunum fyri toskaaling í Føroyum. Hann vísur á, at tað hevur gingið væl at fáa yngul undan lívfiskinum at trívast og vaksa. Harafturat heldur hann, at veðurlagið ella rættari hitalagið í sjónum í Føroyum hóskar seg væl til toskaaling.

– Umstøðurnar í Føroyum eru rættiliga góðar at ala tosk. Hitin í sjónum spælir sjálvandi ein stóran leiklut, og er hitin í Føroysku firðinum á eini slíkar legu, at hann er góður til toskaaling. Hitin her hjá okkum liggur ímillum 5,5 – 11 gradir. Í Norra hava teir havt trupulleikar við at fáa fiskin at eta, av tí at hitin í suðurlandinum gerst ov heitur um summari, og ov kaldur í norður Norra um veturin, sigur Ingolf Joensen.

Fyri Faroe Salmon er talan um eina tvey ára royndarætlan.

– Vit hava fingið eina umhvørvisgóðkenning til tosaaling á Árnfjarðarvík. Tann góðkenningin fevnir um eina útseting. So hetta er fyrst og fremst fyri at síggja møguleikarnir, ið eru í hesi framleiðsluni, sigur Regin Jacobsen, stóri á Bakkafrost Holding, ið eigur Faroe Salmon.

Stjórin á Bakkafrost vísir, eins og Ingolf Joensen, á, at toskur livir og trívist í teimum Føroysku firðinum og hevur hetta verið ein av orsøkum til at teir fara í gongd við hetta virksemi, men í sama viðfangi nevnir hann eisini, at økini at ala í í Føroyum eru rættiliga avmarkað.

– Hitin í sjónum er vælegnaður til tosaaling, so vit halda at nakrar fortreytir eru í lagi, men í Føroyum er avmarkað nøgd av økinum har vit kunnu ala. Tí kann tað gerast ein spurningur um, hvat virksemi er mest lønandi fyri fyritøkuna. Náttúran klárar bert eina ávísa nøgd. Okkara strategi gongur uppá laks. Tað er innan aling av laksi, at vit hava størst royndir; tað er eisini marknaðarføring av laksi at vit hava størstu vitan og kenna at okkara styrki liggur. Men vit halda, at tað er spennandi at kanna møguleikarnar fyri, um tað er lønandi at ala laks á teimum Føroysku firðunum. Tá vit hava fingið fleiri royndir, so vita vit nærri um hetta er nakað, sum vit fara at satsa meir uppá.

Áhugavert verður at fylgja við um toskaalingin fer at mennast í Føroyum, soleiðis at eitt nú Bakkafrost heldur tað verða meira lønsamt at ala tosk enn at ala laks. Við útsetingini á Árnfjarðarvík verður týdningarmikil vitan fingin til vega ímeðan toskurin veksur seg til áleið 4 kilo, áðrenn hann verður tikin. Roknað verður við, at tað fer at taka toskinum umleið tvey ár at vaksa seg so stóran.