Albert sigur, at partarnir tosa saman og ÍF formaðurin væntar, at venjaraspurningurin í ÍF verður avgreiddur hesa vikuna.
Albert sigur, at partarnir tosa saman og ÍF formaðurin væntar, at venjaraspurningurin í ÍF verður avgreiddur hesa vikuna.
ÍF er eitt av fáu liðunum í Effodeildini, har venjarin ikki hevur sáttmála fyri komandi ár. Albert Ellefsen hevur verið verið venjari hesi bæði seinastu árini, og hann heldur møguliga fram, sambært honum sjálvum.
– Vit hava tosað saman. Báðir partar hava áhuga at leingja samstarvið. Men starvið krevur nógva tíð og tað eru slík persónlig viðurskiftir, sum eg má taka við áðrenn endaligu avgerðina, sigur Albert Ellefsen.
ÍF formaðurin Njál Reinert-Petersen sigur, at venjaraspurningurin møguliga verður avgreiddur í hesi vikuni.
– Tá hendan vikan er av, so vænti eg, at vit kunnu seta navn á ÍF venjaran í 2015. Men eg fái einki sagt um nakað navn enn, sigur Njál Reinert-Petersen.




