Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Albert: Vit fara at royna

Jákup Ósá

ÍF venjarin vísir aftur, at ÍF er farið í vetrarfrí.

ÍF venjarin og helst fleiri leikarar spæla leygardagin sín seinasta dyst við ÍF.

ÍF liðið hevur í longri íð verið merkt av, at liðið einki hevur havt at spælt fyri, og tí hava stigini verið fá og avrikini ikki serliga sannførandi. Hetta hevur gjørt, at tey flestu væntað NSÍ at fáa lætt spæl í seinasta dystinum móti ÍF, har NSÍ við sigri kann halda Europa League veitslu.

ÍF venjarin Albert Ellefsen sigur tó, at ÍF fer eftir at enda kappingina væl.

– Vit hava allar mans tøkar og eg haldi ikki, at hini liðini skulu vænta, at vit ikki fara eftir einum úrsliti, sigur hann í stuttari viðmerking um dystin.

Hjá ÍF verður hetta seinasti dystur á hesum sinni hjá venjaranum Albert Ellefsen. Síðani er ivamál um fleiri av eldru leikarunum, sum møguliga eisini spæla sín seinasta dyst fyri ÍF. Clayton Soares sigst ikki halda fram í ÍF, og hvat hendir við 38 ára gamla Bartal Eliasen og 44 ára gamla Jákup Mikkelsen? Spurningurin er so, um hesir fáa eitt úrslit at enda við ella ikki.

ÍF heldur sína ársveitslu í annaðkvøld í Mentunathúsinum í Fuglafirði.