Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aldubáran á konsert

Oliver Joensen

Aftur í ár fer Aldubáran at hava konsert í samband við Heystframsýningina í Listarhøllini á Tórshavnar Skipasmiðju. Páll Sólstein hevur skrivað verk eftir yrking hjá Haldur Suna Johansen.

Hesuferð eru 2 nýggj føroysk verk við.

Páll Sólstein hevur skrivað verk eftir yrking hjá Haldur Suna Johansen. Yrkingin nevnist VÓN og er tað eisini heitið á tónleikastykkinum. Páll framførir sjálvur á horni og afturat sær hevur hann Ólav Olsen á trompet.

Tónaskaldið Kári Bæk hevur, við íblástri úr málningum hjá Tórbirni Olsen, Frimod Joensen, Ingálvi av Reyni og S.J. Mikines, sett eina myndasýning í tónar. Tað er gittarleikarin Ólavur Jakobsen, ið framførir hetta verkið. Verkið er skrivað júst til hansara og verður tað frumframført til hetta høvið.

Sámal Petersen framførir eldri verk eftir Kristian Blak og vit fara eisini at hoyra lættleikan í fronskum og italskum tónum. Tað eru tær báðar Andrea Heindriksdóttir og Christina Andersen, ið borðreiða við hesum á ávikavíst floytu og fagott.

Konsertin er leygardagin 26. september kl. 16.00 í Listarhøllini í grøna bygninginum á Rundingi á Skipasmiðjuni. Hon varir slakan tíma. Høvið býðst at skoða verkini á Heystframsýningini 2009 innan og eftir konsertina.

Tónleikarar: Andrea Heindriksdóttir, floyta – Christina Andersen, fagott – Páll Sólstein, horn – Ólavur Olsen, trompet – Sámal Petersen, violin – Ólavur Jakobsen, gittar

Aldubáran – Faroese Chamber Ensemble

www.aldubaran.com

Harleyfacadeacryl