Kamartónleikabólkurin Aldubáran, mannaður við føroyskum yrkistónleikarum, fer í komandi viku at spæla fleiri konsertir.
Byrjað verður við skúlakonsertum kring landið frá mánadegi 18. februar til og við fríggjadag 22. februar.
Aldubáran hevur síðani 1995, tá bólkurin varð stovnaður, spælt eina ørgrynnu av konsertum av ymiskum slag, bæði her á landi og uttanlands. Nú hesa komandi vikuna, vera skúlakonsertir fyri børnum frá 1. til 3. flokk. Á skránni til hesar konsertir er m.a. søgan um fagottina, ið fekk ilt í búkin, útsett fyri blásikvintett og frásøgufólk. Eisini verða barnasangir, ið Atli K Petersen hevur útsett fyri blásikvintett framførdir. Tá verður høvið hjá skúlabørnunum at syngja við. Tað er ikki á hvørjum degi, at børn í Føroyum hoyra eina blásikvintett, mannaði við ljóðførunum, floyta, obo, klarinett, fagott og horni, og tísskil fer Aldubáran eisini at spæla klassisk verk, skrivaði til hesa samanseting.
Aldubáran hevur sum eitt av sínum aðalmálum, at framføra klassiskan tónleik fyri áhoyrarum í øllum aldri. Og í so máta er hendan komandi vikan einki undantak, tí afturat skúlakonsertunum, fer Aldubáran eisini at hava sína árligu várkonsert, sum verður
Mikukvøldið 20 februar kl. 20:00 í Müllers Pakkhúsi.
Várkonsertin er afturvendandi tiltak, har Aldubáran framførir føroysk verk, í stóran mun nýskrivaði. Í ár er høvuðsdentur lagdur á fagottina og verður hetta forkunnuga ljóðføri miðdepilin á konsertini. Tað er Christina Andersen, ið framførir tvey nýggj verk eftir Atla K Petersen og Andras Olsen, skrivaði fyri solo-fagott.
Á skránni verður eisini trio fyri floytu, klarinett og fagott eftir Kristian Blak og nýskrivað blásikvintett eftir unga og evnaríka Ólav Larsen. Eisini verður kenda verkið seks bagatellir fyri blásikvintett eftir G. Ligeti á skránni.
Tey, ið manna Aldubáruna til konsertirnar eru: Andrea Heindriksdóttir floyta, Henrik Skotte obo, Anna E Klett klarinett, Christina Andersen fagott Páll Sólstein horn, Frásøgufólk verður Andras Olsen.
Leygarkvøldið 23. februar kl. 19:30 fer Aldubárumanningin eisini at spæla konsert við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum. Hettar er komið í lag, tí flestu av tónleikararnir eisini eru virknir í hesum høpi. Samstarvið millum Føroya Symfoniorkestur og Aldubáruna er eyðsýnt. Aldubáran er ein Sinfonietta, tvs. eitt lítið symfoniorkestur, við einum leikara á hvørjum ljóðføri, meðan Symfoniorkestrið hevur fleiri ljóðføri av sama slagi. Tí verða tónleikararnir í Aldubáruni at meta sum hornasteinar í Føroya Symfoniorkestri.
Í hesum førinum eru tað blásikvintettin úr Aldubáruni, ið verður partur av Symfoniorkestrinum, men eisini aðrir Aldubárulimir spæla við orkestrinum, nevnast kunnu Sámal Petersen konsertmeistari, Jógvan Zachariassen, fagott, Ólavur Olsen, trompet, Andras Olsen, trombon, Jóhannes Andreasen, klaver og Bernharður Wilkinson, sum stjórnar Føroya Symfoniorekstri.
FAKTA
Mánadag 18. til fríggjadag 22 februar SKÚLAKONSERTIR kring landið
Mikukvøldið 20.februar kl. 20:00 VÁRKONSERT í Müllers Pakkhúsi
Leygarkvøldið 23.februar kl. 19:30 KONSERT við Føroya Symfoniorekstri í Norðurlandahúsinum




