Páll Sólstein er ein dugnaligur og seriøsur tónleikari. Hetta hevur hann oftani víst í ymiskum tónleikahøpi Seinasta vikusskifti vísti hann sítt serliga kynstur at skriva løg og ikki minni hegni at útseta løgini
Dávur Winther skrivar:
Páll Sólstein hevur oftani verið í Føroyum og spælt í ymiskum tónleikahøpi, kanska flestu ferðir í Føroya Synfoniorkestri. Hann er útbúgvin valdhornspælari og hevur sín dagligdag á Kongaliga Kapellinum sum hornspælari.
Løgini og útsetingarnar vístu at hann hevur hollan tónleikaligan kunnleika, við støði í tí klassinska. Tó lat hann ikki heilt sína fortíð liggja, sum ein gamal rokktónleikari í ymiskum orkestrum í Klaksvík sum ungur. Hetta kom til sjóndar í fleiri løgum, har Páll hevði valt at hava ein rútmiskan bass undir, og slapp Arna Ludvík sera væl frá sínum bass leikluti.
Við í tónleikinum var eisini ein feril av jazz og nýmótans sniði. So Páll Sólstein vísti við sínum nýggja tónleiki, at hann kann spæla uppá allar tangentarnar. Annars gevur hesin samansetningur av instrumentum eitt sera fjøllbroytt ljóðbílat, soleiðis at tú sum áhoyrari ongantíð keddi teg. Men heldur nutu oyruni margfeldni í tónleikinum.
Sangarnir Karl Martin Samuelsen og Anna Maria Olsen vóru ein spennandi greipa, sum styðjaðu væl hvønnan annan Men vístu sanniliga sín førleika einsæris eisini. Tey megnaði væl at lúka teimum krøvum, sum verða sett til klassiskar sangarar.
Synfoniskt og heilskapað
Tónleikabúnin við tí serligu útsetingini, gav hvørjum ljóðføri sær møguleika at vísa og royna seg, tó vísti eitt heilskapað og symfoniskt samspæl, sum legði framførðslurnar á eitt serligt støði.
Páll Sólstein hevur víst hvør hann er Tað er stuttligt, at ein so væl utbúgvin maður, sum hevur ein so krevjandi dag, eisini tekur sær stundir til at lata føroyskan skaldskap í ein so serstakan og tygnarliga búnað og lata okkum fáa lut í hesum. Konsertir vóru í Atlantis fríggjakvøldið og í Læraraskúlahøllini sunnukvøldið.
Ein serlig upplivin
Hesaferð spældu í Aldubáruni:
Ólavur Olsen trompet
Andras olsen trombone
Sámal Peteren violin
Jógvan Zachariasen fagot
Ólavur Jacobsen guitar
Andrea Heindriksdóttir floytu
Arna Ludvík bass
Stamen Stantchev klaver
Karl Martin Samuelsen og Anna Maria Olsen sang
Páll Sólstein horn og klaver
Løgini vóru gjørd til hesar yrkingar:
Rennur áin morgunglað – eftir Christian Matras
Mei mynd
Barnsligt minni
Reikar tú úti um kavalond
Í mei er so stuttligt – eftir Tummas N. Djurhuus
Kvøld – eftir H. A. Djurhuus
Lív – eftir Steintór Rasmussen
Hoyrdu tit havsins andalag – eftir William Heinesen Týðing Chr. Matras
Veðurhvíld á vetri
Træið




