Samanbera vit við í fjør, so er tað bara hjá KÍ, at talan er um eina heilt øðrvísi byrjan eftir 4 umfør.
Samanbera vit við í fjør, so er tað bara hjá KÍ, at talan er um eina heilt øðrvísi byrjan eftir 4 umfør.
HB, ÍF og Víkingur fingu eisini eina góða byrjan í fjør í Effodeildini, meðan EB/Streymur, NSÍ og TB eisini høvdu tað trupult. B36 hevur størstu afturgongdina í mun til í fjør við 4 stigum færri. KÍ er liðið við munandi betri byrjan, tí klaksvíkingar hava heili 8 stig fleiri enn um somu tíð í fjør. Men til søguna hoyrir sjálvsagt, at KÍ hevði munandi truplari mótstøðulið í fyrstu umførunum í fjør, tá m.a. trý tey bestu liðini í endastøðuni vóru mótstøðulið.
Tískil er kanska ikki so stór orsøk at stúra hjá eitt nú EB/Streymi, NSÍ og TB, tí byrjanin hjá teimum var ikki stórvegis betri í fjør, tá tey øll fingu nøktandi úrslit.
Hagtølini eru tikin frá FaroeSoccer.
| 2013 | 2012 | Munur | ||
| KÍ | 10 | 2 | +8 | |
| HB | 10 | 8 | +2 | |
| ÍF | 9 | 10 | – 1 | |
| Víkingur | 9 | 10 | – 1 | |
| B36 | 6 | 10 | – 4 | |
| 07Vestur | 4 | |||
| EB/Streymur | 3 | 5 | – 2 | |
| NSÍ | 2 | 4 | – 2 | |
| TB | 2 | 1 | +1 | |
| AB | 0 |




