Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aleksandar Djordjevic, KÍ-leikari og kommunumaður: Frá yrkisfótbólti til kommunumann

(
John Færø)

Tá Alexandar Djordjevic á vári í 2001 kom til Føroya, hevði hann ikki arbeitt ein einasta vanliga arbeiðstíma, tí til tá hevði fótbólturin verið hansara einasta yrki, harav 17 ár sum fult professionellur fótbóltsleikari.

Í dagligdegnum í Klaksvík kanst tú onkuntíð bera eyga við ein smílandi og fyrikomandi mann, kanska í einum kommunubili ella onkustaðni við vegjaðaran, har hann starvast saman við øðrum á Vegadeildini hjá kommununi.

Tey, sum hava hitt og tosað við Alexandar Djordjevic, munnu øll vera samd um, at hann er ein blíður og avslappaður maður, sum ikki ger nógvan háva burtur úr sínum egna persóni.

Hóast hann er av serbiskum og kroatiskum uppruna og bert hevur búð í Føroyum í útivið 3 ár, so er hann longu blivin rættiliga „føroyskur“, og tað verður eisini undirstrikað av, hvussu væl hann er fallin til í ”bygdalívinum“ í Klaksvík.

Út frá atburði hansara hevði tú ikki gitt, at hann einaferð hevur leikt millum allarfremstu fótbóltsstjørnur í Evropa og óteljandi ferðir er úttikin til jugoslavisk landslið – men tað er hann altso.

Tomislav Sivic
varð sera bilsin.
Eftir at Tomislav Sivic í ár 2000 hevði tikið við sum høvuðsvenjari hjá KÍ, leitaði hann støðugt eftir leikarum, sum kundu styrkja um KÍ-liðið.

Tíðliga í 2001 ringdi Alexandar Djordjevic úr Jugoslavia til Sivic, sum tá var staddur í Klaksvík. Ígjøgnum leikaraagentar hevði Alexandar funnið útav, at Sivic vandi eitt felag í Føroyum, og at hann leitaði eftir leikarum at styrkja liðið, og Alexandar bjóðaði seg fram at koma við honum og spæla við KÍ.

Fyri fólki her í Klaksvík fortaldi Tomislav Sivic, at hann var ógvuliga bilsin um, at ein so kendur leikari skuldi bjóða seg fram at koma við sær til Føroya.

Og tað var ikki uttan grund, at hann var so bilsin, tí av øllum leikarunum, sum í dag leika í sterkastu føroysku fótbóltskappingini, er Aleksandar Djordjevic tann, ið hevur leikt á hægsta støði sum professionellur fótbóltsleikari við einum liði, sum tá var partur av fremstu fótbóltselituni í Evropa. Hann hevur enntá leikt við jugoslaviska A-landsliðnum!!

Uppdagaður longu
sum 7-8 ára gamal.

Hesin róligi maðurin úr Jugoslavia, Alexander Djordjevic – sum í dag er „kommunumaður“ á Vegadeildini hjá Klaksvíkar Kommunu – hevur frá heilt ungum havt framúr fótbóltsevni.

Longu sum 7-8 ára gamal var hann úttikin til at venja hjá størsta felagnum í Jugoslavia, Reyðu Stjørnu, sum hevur heimstað í Beograd, har Alexander eisini er uppvaksin.

Nøkur ár seinni, í 1980, var hann sum 12 ára gamal – eftir eina kapping, sum Reyða Stjørna og Partizan Beograd skipaðu fyri – úttikin til fótbóltsskúlan hjá Partizan Beograd, sum er kent fyri at hava tann besta fótbóltsskúlan í øllum Jugoslavia.

Partizan Beograd er annað av tveimum stórfeløgum í jugoslaviska høvuðsstaðnum. Hitt er Reyða Stjørna, sum KÍ í 2001 fekk heiðurin at spæla ímóti í UEFA-Cup kappingini.

Hevur spælt á
Maracana Stadion.

Longu 6 mánaðar eftir hesa úttøkuna var Alexandar við á einum piltaliði hjá Partizan, sum var ein næstan ein heilan mánað í Suðuramerika, har teir luttóku í eini HM-líknandi kapping millum fótbóltsfeløg.

Hóast hetta er nokkso langt síðan, og Alexandar Djordjevic tá var ein ungur smádrongur, so minnist hann væl hendan minniliga túrin:

– Liðið hjá okkum í Partizan var nakað yngri enn hini, sum vit vóru í bólki saman við, men tað gekk væl kortini, tí vit endaðu sum nr. 2 av 4 liðum. Hini feløgini í okkara bólki vóru: Rosario (úr Argentina), Ujpest (úr Ungarn) og Boavista (úr Portugal), greiðir Alexandar frá.

– Best av øllum minnist eg, tá vit lítlu dreingirnir spældu á tí risa stóra Maracana Stadion, sum rúmar einar hundraðtúsund áskoðarum. Eg minnist, at eg hevði bestan hugin at renna innaftur í umklæðingarrúmið, tá vit komu inn á vøllin og sóu risastóru umstøðurnar og áskoðararnar, sigur ein flennandi Alexandar.

Stjørnuleikari hjá
Partizan Beograd.

Tá Alexandar Djordjevic var 14 ára gamal, varð hann millum teir einans 3-4 leikararnar í sínum árgangi í Partizan Beograd, sum vórðu valdir út til ein serligan fótbóltsskúla hjá felagnum, og hetta var veruliga startskotið til eina glæsiliga fótbóltskarrieru.

Á hesum skúlanum vandi Alexandar 2 ferðir dagliga allar gerandisdagarnar, síðani var ein venjing leygardag og so dystur sunnudag.
Eftir loknar venjingar var skúlagongd á skránni seinnapartin og út á kvøldið.

Hendan úttøkan var í 1982, og tað gekk ikki long tíð, so byrjaði hann at gerast partur av besta hópinum hjá felagnum, har hann brúkti síni fótbóltsevni í umleið 10 ár.

Samanlagt bleiv tað til 272 dystir fyri besta liðið hjá Partizan Beograd í heimligum kappingum og umleið 25 dystir í UEFA- og Evropa-cup kappingum, har liðið onkuntíð kom rættiliga langt.

Alexandar greiðir frá, at hann til dømis í 1988 var við á liðnum hjá Partizan Beograd, sum spældi ímóti Inter í UEFA-Cup kappingini.
– Á tí liðnum hjá Inter spældu tríggir týskir landsliðsleikarar: Andreas Brehme, Jürgen Klinsmann og Lothar Matthaus.
– Orsøkin til at eg nevni júst hendan dystin er, at høvuðsvenjarin hjá Partizan Beograd í dag eitur Lothar Matthaus! Partizan er nú við í champions league, har teir eru í bólki saman við Real Madrid, Marseille og Porto.

Á Jugoslaviska
A-landsliðnum.

Umframt avrikini í felagnum varð Alexandar Djordjevic eisini frá heilt ungum mangar ferðir úttikin til Jugoslavisk landslið.

Nú vit tosa um landsliðið, er vert at hava í huga, at Jugoslavia í teimum døgum framvegis var eitt samlað land, og tað minkar ikki um virðið av landsliðsúttøkunum hjá Alexandar, tvørturímóti – vit lata hann sjálvan greiða frá:
– Um vit brúka somu heiti, sum verða brúkt her í Føroyum, so varð eg úttikin til jugoslaviska smápiltalandsliðið, piltalandsliðið, smádreingjalandsliðið, dreingjalandsliðið, unglingalandsliðið, U21-landsliðið og síðani til tann fremsta landsliðshópin, har eg var partur av B-landsliðnum.

– Tá tað kemur til A-landsliðshópin, er skipanin í Jugoslavia tann, at teir hava eitt A-landslið og eitt B-landslið. Sjálvur var eg sum nevnt úttikin til B-landsliðið, men eg varð harafturat einaferð úttikin til A-landsliðið, greiðir Alexandar Djordjevic frá.

– Hetta var ein vinardystur ímóti Ungarn, men so bleiv tað ikki til fleiri dystir hjá mær á A-landsliðnum.

Vildu selja hann
fyri 2 mill. DM!!

Í 1990 hendi nakað, sum gjørdist byrjanin til endan á karrieruni hjá Alexandar Djordjevic í Partizan Beograd.
Alexandar sigur frá, at grannafelagið Reyða Stjørna hetta árið vísti stóran áhuga í, at fáa hann á teirra lið:
– Eftir eina tíð við samráðingum samdust eg og Reyða Stjørna um ein 4-ára sáttmála, sum snúði seg um áleið 1 millión DM, og so var bert eftir at fáa eina semju við mítt egna felag, Partizan Beograd.

– Men tað gekst ikki sum ætlað, tí Partizan kravdi at fáa eina heila millión DM afturat tí, sum eg hevði avtalað, soleiðis at Reyða Stjørna skuldi av við íalt 2 mill. DM. Samanborði við aðrar sáttmálar í Jugoslavia tá var hetta nógvur peningur, og úrslitið varð tí, at handilin varð av ongum.

Hetta gjørdi, at Alexandar ikki longur ynskti at leika við Partizan, og umleið 6 mánaðar seinni – í 1991 – gavst hann í felagnum.

Eftir hetta leikti hann við ymsum feløgum, eitt nú í Avstalia og í Suður Korea men eisini fyri onnur feløg í Jugoslavia.
Hevur roynt álop,
verju og miðvøll.

Øll tey fyrstu árini sum fótbóltsleikari var Alexandar álopsleikari, til hann í 1985 (áleið 17 ára gamal) varð fluttur aftur í verjuna at leika.

– Frá 1985 til 87 leikti eg sum verjuleikari, til eg sum áleið 19 ára gamal aftur varð fluttur longur framm á vøllin, fyrst á miðvøllin, men seinni í álopið, sigur Alexandar og vísir okkum eina jugoslaviska ítrótta-blaðgrein, har tað verður sagt, at hann í venjingardystum áðrenn kappingarárið 1988-89 hevði skotið 20 mál fyri Partizan! Jú, hann hevur verið ein brandur við bóltinum, eingin ivi um tað.

– Eg eri serliga glaður fyri tíðina, eg leikti á miðvøllinum hjá Partizan, sigur Alexandar – har leikti eg til dømis yvir fyri so kendum monnum sum Stojkovic og Savicevic (Reyða Stjørna). Tað vóru harðir dystir um miðvøllin, har vit ansaðu hvørjum øðrum.

– Sjálvandi er lætt at sita og reypa í dag, men fyri at siga sum er, so minnist eg meg oftari at hava vunnið dystirnar um miðvøllin ímóti Stojkovic og Savicevic enn øvugt!!

Dámar væl
í Føroyum.

Men hvussu kundi ein slíkur fótbóltsleikari finna uppá at leita heilt norður til Føroyar?

– Jú sært tú – allir fótbóltsleikarar mugu fyrr ella seinni hugsa eitt sindur longur enn bara um sjálva karrieruna á vøllinum. Tað er eitt lív aftan á fótbóltin, og tað er nakað, sum eg leggi sera stóran dent á.

– Lívið í stórbýunum kann mangan vera ópersónligt, har lítil og ongin tíð er til samskiftið við onnur. Harafturat gjørdi kríggið í Jugoslavia sítt til, at eg vildi leita aðrar vegir.

– Tá KÍ tann 19. juli í 2000 kom til Beograd at leika ímóti Reyðu Stjørnu, sat eg millum áskoðararnar, men tað var ikki tá, eg fekk áhuga í landi tykkara – tað var tó stutt eftir hetta eg kom í samband við Tomislav Sivic, sum eg frammanundan kendi, av tí at hann eitt stutt skiftið var í Reyðu Stjørnu og royndi seg sum leikara.

– Síðani kenna tit restina av søguni um, at eg kontaktaði hann og kom til Klaksvíkar.

Arbeiddi fyrstu
ferð í Føroyum.

– Eisini í aðrar mátar er lívið hjá mær nógv broytt, síðani eg kom higar, tí tá eg á vári í 2001 kom til Føroya, hevði eg ikki arbeitt ein einasta vanliga arbeiðstíma, tí til tá hevði fótbólturin verið mítt einasta yrki, harav 17 ár sum fult professionellur fótbóltsleikari.

– Eg eri glaður fyri mítt starv hjá kommununi her. Har var eg væl móttikin og kenni meg væl millum menninar.

– Mær dámar sera væl lívsstílin her í Føroyum, har ein hevur stundir til at tosa við hvønn annan. Á tí økinum er lívið her nógv øðrvísi enn tað, sum eg frammanundan var vanur við.

Altíð venja tey
ungu við bólti.

Tá prátið fellur inn á venjingar og venjingarhættir, er okkurt, sum Alexandar hevur hug at leggja dent á.

– Í Jugoslavia fara allar venjingar, heilt frá tí allar yngsta, fram við bólti. Tað kemur als ikki fyri, at tey ungu fáa kondisjónsvenjing. Tann parturin kemur ikki, fyrr enn leikararnir eru hálvvaksnir.

– Hetta er nakað, sum er haldi hevur týdning at hugsa um, eisini her í Føroyum. Nógv av tí, sum verður vant, nýtist ikki at vera so øgiliga nógv øðrvísi enn tað er í dag, tí tað verður gjørt eitt sera gott arbeiðið í føroysku feløgunum. Tað ræður um, at leikararnir alla tíðina – eisini ímillum venjingarnar, sum venjarin skipar fyri – hava ein bólt millum føturnar, sum teir støðugt kunnu læra at handfara, til dømis við at temja bóltin og jonglera við báðum beinum o.s.fr..

– Tá eg sum ungur byrjaði at venja, vórðu vit miðvíst lærdir at handfara bóltin. Til dømis ymiskar skotvenjingar, temjingar, driblingar o.s.fr., soleiðis at vit kundu menna okkara tekniska førleika heilt frá byrjan. Hetta er eisini tað, sum eyðkennir eysturevropeiskan fótbólt í dag.

– Eisini tann taktiski parturin kom rímiliga skjótt á venjingarskránna, sigur Alexandar Djordjevic.

– Sum eg havi nevnt, so hevði og hevur Partizan tann besta fótbóltsskúlan í Jugoslavia. Har verða leikarar til dømis miðvíst lærdir at brúka bæði beinini. Tað er nakað, sum blívur meira og meira neyðugt hjá leikarum, um teir skulu klára seg í allar fremstu røð.

– Í Partizan Beograd høvdu vit ein venjara av tí gamla slagnum, sum gekk ógvuliga høgt upp í sítt arbeiðið. Hann samanbar m.a. bóltin við eina kvinnu:

– Tú eigur altíð at hugsa um bóltin, sum tú hugsar um kvinnuna. Tú skalt ongantíð fara harðliga við honum. Fert tú væl við honum, so lønir hann tær tað góða aftur, og áðrenn tú veitst av, so hevur tú gjørt mál, uttan at tú hugsaði um, hvat tað var, tú gjørdi!

Kannar ymsar
møguleikar.

Alexander Djordjevic er nú vorðin 35 ára gamal og hugsar tí óiva um ymsar møguleikar á fótbóltsfrontinum, sum alt hansara lív hevur verið hansara fulltíðar yrki, til hann kom til Føroya.

Við sínum royndum í altjóða fótbólti hevur Alexandar sjálvandi nógv áhugaverd sambond kring um í heiminum.

– Í løtuni bíði eg eftir svari úr Qatar, har eg havi havt samband við tvey fótbóltsfeløg um møguligt samstarv, antin sum leikari ella sum venjari.

Sum skilst, er kappingarárið í Qatar frá oktober/november til mars, so tað órógvar ikki so nógv fótbóltskappingina her heima.

– Við mínum drúgva skúla og royndum innan fótbolt kenni eg á mær, at eg havi nakað at geva øðrum, men hvat tað verður til, er ikki til at siga. Eingin kennir jú framtíðina.

– Eg trívist sera væl her í Klaksvík. Kona mín er uppvaksin her, eg havi eitt arbeiði her, og vit hava nógvar góðar vinir her, so tað kann eisini væl verða, at vit verða verandi.

Vit takka Alexandar fyri hetta áhugaverda prátið.

Harleyfacadeacryl