Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aleksandar sleit hælsinuna

John William Joensen

Í 2.deildar dystinum millum KÍ og B71 var Aleksandar Djordjevic so óheppin at slíta hælsinuna.

Aleksandar sum seinastu tíðina hevur havt skaðar at drigist við og tí ikki hevur kunna vant við fullari styrki, var í seinastu viku koyrdir niður í 2.deild fyri at fáa dystarvenjing.
Í dag var hann so eisini við 2.deild men beint fyri hálvleik fall hann til jarðar eftir eina takling og bleiv liggjandi.
Hann var fluttur beinleiðis út á sjúkrahúsið og í kvøld staðfestu læknarnir at hælsinan var slitnað.
Vanliga tá hælsinan slitnar verður fóturin lagdur í gips í 6-8 vikur. Síðani gongur drúgv tíð við uppafturvenjing, so Alex verður neyvan við aftur í ár.

Ronaldo er skaddur
Hóast pínuna í beininum var Alex skemtingarsamur sum altíð tá vit ringdu til hann.
"Ronaldo er ikki longur við KÍ!" vóru fyrstu orðini frá KÍ-kempuni´.
"Eg skal longu í morgin leggjast undir skurð, so eg kann rokna við at tað ganga umleið tríggir mánaðar til eg aftur kann røra bóltin, siga læknarnir!"
Aleksandar greiddi frá at onkur steig á hælin á skógvinum í tí hann skuldi renna av stað, og so slitnaði.