HB álopsleikarin roynir at finna sær felag uttanlands.
Aleksandar Stankov spældi bara 16 dystir vegna skaðar og manglandi spæliloyvið, men megnaði hóast hetta at skora 10 mál. Stankov taldist millum bestu leikararnar í Effodeildini, men tað er stórur møguleiki fyri, at Stankov fyribils hevur spælt sín síðsta dyst í Føroyum. Hann sigur við Norðlýsið, at hann fer komandi tíðina at royna at fáa sáttmála í øðrum londum, og tí bendur nógv á, at hann ikki spælir í Føroyum næsta ár.




