Harleywoodpaint
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alexandur Kristiansen, sekstifimm ár

Oliver Joensen

Alexandur Kristiansen , sekstifimm ár í dag , 23. apríl


Livir undir Gjógvaráhamri og skrivar stavir og orð,

sum koma undan keldusprota,

ið vellir oman av Nón

og klettaljósið,

ið livir í hamraklettum døkkum og ljósum

omanvert húsavegg

og alfaraveg,

og fær orðið at liva

í hesum livandi ljósspæli.

Tíni eygu hava sæð, og tíni oyru

hava hoyrt mangt og mikið,

sum vit onnur ikki síggja og hoyra.

Tað, sum eygað ikki hevur sæð,

og oyrað ikki hevur hoyrt,

rørir ikki hjartað.

Tín hjartarytma hevur ligið

so mild og blíð

í yrkingum til vaksin og børn,

har tú hevur sett gørn

út á lygnir í sjónum

og drigið at borði

munnmælir, sum liva í barnasinni

og í vakstramanna huga

sítt sæla lív.

Tú hevur latið mætar yrkingar

í føroyskan búna,

sum eru ritaðar í hellugrót

og royðurók

á ytstu tromum

undir natúrligum lonum.

Nú tú fyllir seksti fimm,

standa fjøllini stinn

kring Fuglafjørð

á Guðs grønu jørð

og heilsa tær

við blíðmæltum orðum

undan skarðlendi og skorum.

Hjartaliga til lukku við teimum sekstifimm

í sál’ og sinn’!.

Frits