Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alilaksur okkara størsta útflutningsvøra

Oliver Joensen

Millum annað tað, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í røðu síni í dag á Glyvrum, tá hátíðarhald var á Bakkafrost fyri nýggju framleiðsluhøllini, umsitingarbygninginum og nýggja tænastuskipinum hjá felagnum, Róland. Eisini nevndi Aksel framtíðar møguleikarnar í nýggja Turkalandssáttmálanum.

Røðan hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni kann lesast her:


Bakkafrost bjóðar enn einaferð framtíðini av. Stolta familjufyritøkan her á Bakka setir seg ikki upp aftur á fyri at njóta framd avrik. Tað tryggjar ongan framburð. Tað vita tit á Bakkafrosti í ólukkumát.

Ein glógvandi virkishugur og eitt stórt framskygni hevur eyðkent gongdina seinastu mongu árini. Seinastu árini hava tit gjørt fleiri stórar og spennandi íløgur, sum tryggja, at tit framhaldandi verða partur av teimum bestu í heiminum. Nýggjastu íløgurnar eru partar av einari framskygdari íløguætlan, sum tit settu út í kortið í 2013.

Í dag hátíðarhalda vit tykkara nýggja framleiðslu- og fyrisitingarbygning og tænastuskipið “MS Róland”. 

Bakkafrost hevur havt nógv at hátíðarhalda seinnu árini. tit hava verið kosin ársins virki, Regin hevur verið ársins leiðari, tit hava ár undan ári havt metstór rakstraravlop, og føroyski alilaksurin verður mettur at vera heimsins besti. Slík úrslit fáa bert tey, sum bæði eru djørv og framskygd; sum seta dygdina í hásæti og, ikki minst, eru íðin, ábyrgdarfull og effektiv. 

Søgan hjá Bakkafrost er ein søga við aldudalum og aldukambum. Tað er hugtakandi, hvussu familjufyritøkan – hóast eina trilvandi byrjan og fleiri niðurtúrar – hevur ment seg gjøgnum árini og er blivin til ta stóru og sterku fyritøku, hon er í dag. Orsøkirnar eru fleiri. Stóra framgongdin byggir á nøkur sera dugnalig og virkisfús starvsfólk, skilagott lógarverk og góðar náttúrugivnar umstøður at ala.

Handan góðu úrslitini er hart arbeiði, sum tit – sum varða av – leggja eftir tykkum hvønn einasta dag. Og góðu úrslitini bera boð um, at hegni og dugnasemi eru í øllum liðum í vinnuni. 

Bakkafrost hevur støðugt megnað at laga seg til nýggjar tíðir. Tit hava fleiri ferðir – gjøgnum tíðirnar – megnað at loyst tær avbjóðingar sum vinnuni hevur verið fyri. Og avbjóðingar hava verið nógvar, síðan hetta virkið varð sett á stovn fyri sløkum 50 árum síðan. Fleiri ferðir hava útlitini verið døpur. Men hvørja ferð brettu tit upp ermar.

Brøðurnir, sum fóru undir virksemið her á Bakka, høvdu bæði áræði og framfýsni. Sama dirvi hava tit víst, sum eftir teimum tóku og sum hava vaksið um fyritøkuna, til nú Bakkafrost er Føroya størsta fyritøka, og áttanda størsta alifyritøka í heiminum. Alilaksur er nú okkara størsta einstaka útflutningsvøra. Føroyski laksurin borgar fyri góðsku, og tí er hann eftirspurdur um allan heim. Og møguleikin at útflyta enn meira laks er batnaður.

Í hesari vikuni komu vit á mál við fríhandilssáttmálanum við Turkaland. Turkiski marknaðurin, ið telur 80 milliónir fólk, er ein stórur og vaksandi marknaður fyri laks, og livistøðið í Turkalandi hevur verið hækkandi seinastu árini. Tá fólk fáa fleiri pengar um hendi, vilja tey eisini hava heilsugóðan laks við høgari góðsku. Og júst tann laksin kunnu tey fáa úr Føroyum. Tað verður spennandi at síggja, hvussu føroyskir alarar fara at gagnnýta nýggja marknaðin.

Á tykkara heimasíðu lýsa tit tykkum sjálvi sum “Ein føroysk fyritøka í Heimsflokki”. Henda allýsing er kortini meira enn førur lýsingarorð. Hetta er ein veruleiki. Bakkafrost er ein fyritøka í heimsflokki, og eg eri sannførdur um, at tit komandi árini fara at styrkja tykkara støðu á heimsmarknaðinum.

Eg ynski tykkum blíðan byr, og eg vóni, at M/S Róland verður tykkum til nógva gleði og stóra nyttu. Hjartaliga tillukku við skipinum og góða eydnu við nýggja framleiðslu- og fyrisitingarbygninginum.

Takk fyri!

Aksel V. Johannesen, løgmaður

Harleywoodpaint