Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alingin í Norðuroyggjum á einum vegamóti

John William Joensen

120 arbeiðispláss eru í alivinnuni í Norðoyggjum og um so er at alingin steðgar heilt upp, so verður einki arbeiðið til teirra aftaná mai í ár. Men ein lítil glotti sæst í havsbrúnni.

Tað verður einki minni enn ein vanlukka, um alingin í norðoyggjum heilt heldur uppat. Sum er eru umleið 60 arbeiðispláss á Kryvjing, ímeðan nakað tað sama av arbeiðisplássum eru á Faroe Salmon og Eystlaks. Afturat hesum eru helst ikki so fá arbeiðispláss í vinnum, sum hava tilknýtið til alivinnuna.

Glottar
Norðlýsið hevur fingið váttað tíðindi um, at Faroe Salmon hevur keypt rogn úr Skotlandi, hesi komu á smoltstøðina í Knússdali umleið 12 februar í ár  og tey fara at koma úr eggunum í komandi mánaða. Samstundis hevur Faroe Salmon gjørt eitt upplegg til fíggingarstovn um pening til at seta hesi smolt út og um so er at hendan ætlanin kemur í lag, so verður roknað við, at Kryvjing ikki verður lagt stilt í meira enn eitt ár.
Tað er nevniliga so, at allur tilkomni fiskurin verður liðugt kruvdur í mai mánað í ár, og tá steðgar kryvjingin av sær sjálvum.

Íleggjarar
Tað hevur eisini ligið á ljóði, at íslendiskir íleggjarar hava havt áhuga í Faroe Salmon. Norðlýsið hevur fingið uppspurt, at ein áheitan er komin frá íslendingum um at fáa ein fjørð í Norðoyggjum at at ala á.
Faroe Salmon hevur bjóðað íslendingumum Hvannasund norður til aling, men endalig semja er ikki gjørd millum partarnar, men roknað verður við at íslendingar fara at gera eina roynd.
Í Íslandi hava teir havt stórar trupulleikar við alingini og kemst hetta fyri stóran part av, at sjógvurin har er nógv kaldari enn hjá okkum.

Føroya Banki meira bjartskygdur
Í longri tíð hava vit nærum bert hoyrt syrgiligar søgur um alingina, men fyri stuttum hómaðist ein færri av størri bjartskygni í rødd Astrups, tá hann bleiv spurdur av útvarpinum um framtíðarútligini hjá alivinnuni. Norðlýsið hevur fingið uppspurt, at prísurin á besta laksinum er komin upp ímóti 20 kr. fyri kilo nú, og at hetta er ein prísur, sum er omanfyri framleiðsluprísin. Hetta ger, at bæði bankin og teir sum arbeiða í vinnuni nú hóma ein glotta í havsbrúnni.
Men kapitalur skal til og bankin fer neyvan at reka nakra alivinnu í longri tíð, so áhugavert verður at síggja, hvørjar íleggjarar vit fara at síggja í alivinnuni her framyvir. Vit hava teir gomlu alararnar, sum sita inni við stórari vitan, men teir megna sjálvandi ikki íløgurnar aftaná skrædlið við Ila sjúkuni og teim óhoyrt lágu laksaprísunum, sum verið hava.
Samanumtikið kann sigast at hóast alivinnan liggur í andaleypi, so sær út til at tað fer at bera til at koma aftur um ikki alt ov langa tíð.