Vakra nátúran við Borðoyvík sum eksperimentarium
Í vikuni vóru HT-næmingar frá Tekniska skúla í Klaksvík við lendingina á Borðoyavík – undirvísingin í alisfrøði fór fram undir opnum himni. Hendan dagin var evni "skráplanur" og til hetta varð brúktur millum annað ein bátadráttur, bátur, vekt og kránbilur.
Vanliga verður hendan royndin gjørd inni á starvsstovuni. Einki er at ivast í, at ein uppsetingin við einum verðuligum bátadrátti kveikir og setir aðrar tankar í gongd. – Og so er tað ikki so galið, at sleppa oman til sjóvarmálan ein túr. Hesuferð gjørdist eingin buksuvátur.




