Við teimum gjøldum, sum nú skulu verða, svarar tað til, at uppsjóvarvinnan skal rinda 60% í skattiav vinningi, og tað er við verandi prísum og nøgdum. Tað kann skjótt broytast skeiva vegin.
Við teimum gjøldum, sum nú skulu verða, svarar tað til, at uppsjóvarvinnan skal rinda 60% í skatti av vinningi, og tað er við verandi prísum og nøgdum. Tað kann skjótt broytast skeiva vegin.
Hetta er tó lítið av miklum. Fyriliggjandi gjald á makrel, norðhavssild og svartkjaft svarar til tøkugjald millum 15% og 20% av hvørjum kg, alt eftir árstíðunum. Hetta er alt ov høgt gjald, um vit ynskja, at vinnan skal kunna gera íløgur. At fiskivinnan harafturat skal rinda 4 ferðir so nógv tøkugjald sum alivinnan og 10 ferðir so nógv sum ein møgulig oljuvinna sigur alt, skrivar meirilutin í álitinum.
Í broytingaruppskotinum, sum fall, segði meirilutin í Vinnunevndini:
Veiðigjaldið á svartkjaft er ásett til 0,20 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt. Menvið hesi broyting verður einki veiðigjald álagt, um svartkjaftur verður avreiddur tilmatna. Hetta er eisini galdandi, um tað verður framleitt til matna umborð.
Uppskotið frá landsstýrinum varð samtykt.




