Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Álitini frá vinnunevndini seinkaði

John William Joensen

Hóast formaðurin í løgtingsins vinnunevnd segði fríggjadagin, at samgongan varð samd, so hevur Løgtingsformaðurin einki sæð til nakað álit úr Vinnunevndini.

Hóast formaðurin í løgtingsins vinnunevnd segði fríggjadagin, at samgongan varð samd, so hevur Løgtingsformaðurin einki sæð til nakað álit úr Vinnunevndini.

Kl. 11 hevur tingformaðurin lýst tingfund at verða, men enn er einki álit komið frá Vinnunevndini í samband við Fiskivinnuna. Tað ljóðar at ósemja er framvegis í samgonguni, men vit vita ikki hvat ósemjan í løtuni snýr seg um. Sum skilst er ósemja eisini í fíggjarnevndini har uppskot um eykajáttanarløgtingslóg er til viðgerar. Heldur ikki her er nakað álit skrivað.

Men tað verður áhaldandi arbeitt við at finna semju, men sum tað ljóðar er álitið frá Vinnunevndini seinkað.

Tá vit tosaðu við løgtingsformannin fyri løtu síðan, segði hann at tingfundurin verður í øllum føri kl. 11.

Harleyfacadeacryl