Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alla Halganadagur – 60 ár síðani kríggið

Oliver Joensen

Í samband við at 60 ár eru liðin síðani 2. heimsbardaga verður bjóðað teimum sum sigldu undir krígnum, konum og einkjum til døgurða á Sjómansheiminum í Havn.

Frá Føroysku sjómansmissiónini og Føroya Fiskimannafelag hava vit fingið soljóðandi tíðindaskriv:

Minningarhald fyri teir sum fórust undir 2. heimsbardaga

Tað eru í ár liðin 60 ár síðan 2. heimsbardagi endaði. Hesin bardagi kostaði okkum dýrt í tapi av menniskjalívum á sjónum.
Í hesum sambandi verður Alla Halgannadagur, minningardagur teirra sjólatnu, í ár eisini ein serligur minningardagur fyri teir, sum fórust á sjónum undir krígnum.
Skráin fyri dagin er henda:
Kl. 15.00. Tá verður tann vanliga samkoman, sum plagar at vera kl. 10 fyrst á sjómansheiminum og síðan við minnisvarðan í viðalundini, har løgmaður leggur krans.
Kl. 20.00 Minningargudstænasta í Havnar kirkju. Bergur Debes Joensen talar. Aftaná gudstænastuna verða øll boðin til drekkamunn á sjómansheiminum, Hotel Tórshavn.

Vit vilja bjóða teimum, sum sigldu undir krígnum, til eina samveru við døgurða
týsdagin tann 1. november kl. 17 á Sjómansheiminum, Hotel Tórshavn.

Henda innbjóðing umfatar eisini konur, einkjur og neyðug hjálparfólk. skipað verður so fyri at farast kann á sjómansheimið aftaná bønarhaldið við minnisvarðan, og farast kann í kirkju aftaná samveruna.
Tey, sum hava hug at koma við til hesa samveru, eiga í seinasta lagi 25. oktober at boða frá til Føroya Fiskimannafelag. Ringjast kann til tlf. 311569, faxat kann til 318769, og teldupostur kann sendast til: fo-fisk@post.olivant.fo