Sunnudagin 5. november kl.11.00 verður gudstænasta við Hanusi á Gørðum presti.
Ymist er á skránni til hesa gudstænastu. Ein bólkur av strúkarum kemur at seta dám á løtuna. Hendan dag á hvørjum ári verða nøvnini á øllum teimum í sóknini, ið farin eru síðani seinasta allahalgannadag, lisin upp, og høvið verður at minnast tey í tøgn.
Frammi í kór stendur ein ljósgloba. Øll hava møguleika at koma fram áðrenn ella eftir gudstænastuna at tendra eitt ljós og minnast. Altarborðið er eisini dekkað og gongur talvan fyri føroyska bíbliufelagið.


