5 spurningar um Effodeildina 2017. Hesaferð er tað Allan Dybczak, ið metir um Effodeildina 2017. Hann væntar eina javna kapping.
5 spurningar um Effodeildina 2017. Hesaferð er tað Allan Dybczak, ið metir um Effodeildina 2017. Hann væntar eina javna kapping, har KÍ vinnur FM og har hansara HB kemur innum topp 4. Allan hevur seinastu árini verið partur av HB um venjari og fylgir væl við gongdini í Effodeildini.
1. Set stigatalvuna upp soleiðis, sum tú væntar at hon verður:
01. KÍ
02. Víkingur
03. B36
04. HB
05. NSÍ
06. Skála
07. ÍF
08. EB/Streymur
09. 07 Vestur
10. TB/FC Suðuroy/Royn
2. Hví væntar tú, at júst hetta liðið vinnur FM?
Nógv sum bendur á at topp 5 verður tað sama í ár, sum í fjør, og tað er sera ringt at meta um, hvat felag endar hvar.
Eg vænti tó at svongdin í KÍ, saman við tí leikaratilfari teir hava, fer at verða nokk at koma síðsta fetið heilt upp. Í fjør steypavinnari og einans 1 stig frá FM. Í ár ein, á pappírinum, sterkari hóp ger teir nokk til størstu FM favorittar.
Men sum sagt, tað er sera torført at taka dagar í millum liðini í topp 5 enn.
3. Hvør verður ársins leikari í ár?
Róaldur Jacobsen (B36)
4. Hvat er/verður besta keypið í Effodeildini síðani síðsta kappingarár og hví?
Daniel “Elly” Pedersen (HB)
5. Hvat væntar tú av tínum liði í ár og hví enda teir har sum teir enda?
Eg vænti eitt betur kappingarár í 2017, enn í 2016. Nógvar broytingar í hópinum. 7 leikarar sum leiktu nógv í 2017, eru vekk. Í teirra stað eru komnir Heðin Hansen(Víkingur), Sebastian Pingel(B36), Símun Samuelsen(AB), Daniel “Elly” Pedersen(DK), Marting Bergvold(DK).
Nakrir av nýggju leikarunum eru tó júst komnir, og tí vænti at tað kann taka eina tíð, áðrenn HB-liðið kemur orduliga í gongd, men um man er tolin, so kemur tað. Vónandi fáa Sigfríður og Rasmus, og teir nýggju leikararnir, tíð at fella til, og tann stuðul sum er neyðugur, at fáa gongd á.