Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Allan Mørkøre: Pedagogisk ráðgeving fyri fótbóltsleikarar

John William Joensen

Landsliðshetjan og fyrrverandi KÍ-leikarin, Allan Mørkøre, umhugsar hvørja leið hann skal taka í fótbólti, men fyribils tekur hann eitt ár afturat í B36

Allan Mørkøre kom fyrstu ferð á 1. deild sum 16 ára gamal, og síðani hevur hann verið millum fremstu leikararnar í føroysku landskappingini.
Kroppslig styrki, vinnarahugur, og stríðsvilji hevur altíð verið hansara vørumerki á vøllinum. Teknikkurin hevði líkasum ikki hansara áhugað tí hví skal ein brúka tíð upp á at lumpa ein mótstøðumann, tá ein hevur styrki til at troka seg framvið?
– Nú gjørdu vit kanska ov nógv av, men so mugu vit skunda okkum at leggja afturat at Allan hevur ein serligan skot-teknikk, sum umskapar fótbóltin til eina kanónkúlu sum mangur málverji hevur verið um at mist vitið av.
Hóast Allan var í hópinum, sum vann KÍ meistaraheitið í 1991, eftir at felagið hevði gingið næstan 20 ár í oyðimørkini,  so má stórsta avrikið hjá Mørkøre manninum finnast í tænstu hjá tjóðini.
Í føroysku landsliðsblusuni var Allan, einans 16 ára gamal, við til at vinna á Eysturríkið í Landskrona og frammanfyri  fullsettari Ítróttapark javnaði hann til 1-1 ímóti Danmark meðan kendi Manchester United málverjin Peter Schmeichel fumlandi endaði í netmeskunum.
Nógv kundi verið at skrivað um fótbóltssøguna hjá Allan Mørkøre, men tað lata vit bíða.
Allan hevur eins og aðrir fótbóltsleikarar upplivað upp- og niðurtúrar og hóast mangur hevði hug at avskrivað 32 ára gamal, – fyrrverandi landsliðsleikaran, so fekk hann eitt comback við B36 í fjør har hann var ein av lyklaleikarunum og skoraði 4 mál sum "meir enn vanligt" álopssinnaður høgri vongur.

Tekur eitt ár afturat
– Eg hevði ætlanir um at gevast eftir at kappingin endaði í heyst, men tað gekk so mikið væl hjá mær í ár, at eg havi gjørt av at taka eitt ár afturat.
Hetta sigur Allan Mørkøre tá vit settu honum spurningin um fótbólts leiðin hjá honum var komin at enda.
– Eg var so óheppin at slíta stóra lærvøddin í seinasta dystinum og havi síðani brúkt tíðina til at koma fyri meg aftur.
– Men nú eri eg somikið væl fyri at eg fyrsta dagin fara at byrja at renna og sátt at siga so gleði eg meg til eitt nýtt kappingarár her í høvuðsstaðnum.

Verður verðandi útiseti
Tá vit tosað um framtíðina og um møguleikan at fingið Allan aftur til KÍ nú felagið fyllur 100 ár, sást tíðuliga at hetta er nakað sum Allan droymur um, men verðurleikin er ein annar hjá bakarasoninum.
– Eg komið uttan iva til føðingardagsveitsluna, men eg verið neyvan aftur at síggja á fremsta liðnum hjá KÍ, i hvussu so er sum fótbóltsleikari.
– Eg havi eitt arbeiði sum mær dámar sera væl, og tíðina beiggi mín var venjari í Klaksvík segði mær at eg neyvan aftur verði at síggja í KÍ-blusuni.
– Tá feraðist eg ímillum, og tá eg samstundis arbeiddi fulla tíð, var tað ofta at eg ikki kundi vera til venjing. Eg merkti eina ávísa misnøgd við hetta millum hinar leikararnar í KÍ sum jú er væl skiljandi.
– At eg ikki kundi venja eins nógv og hinir, var orðsøkin til at eg hevði eitt sera skuffandi kappingar ár, sum tó endaði so nøkunlunda um eg bert hugsið um míni egnu avrik.
– Eg arbeiði dagliga við menningartarnaðum og eftir arbeiðstíð eri eg knýttur at "Margarinfabrikkini" og trívist er sera væl í hesum, og tí vanti eg ikki at eg nakrantíð komið aftur til Klaksvíkar.

Pedagogiskur vegleiðari
Tá tosið kemur inn á framtíðna hjá Allan Mørkøre, kemur greitt fram at Mørkøre maðurin ætlar sær framhaldandi at virka í fótbólti.
– Eg eri útbúgvin pedagogur og í samband við hetta havi eg gjørt mær nakrar tankar um at sleppa at halda fram í fótbólti tá eg ikki longur kann brúkast á vøllinum.
Eg haldið tað hevði verið eitt gott hugskot um feløg settu ein pedagogiskan ráðgeva í starv at vera bindilið millum foreldur, venjarar, leikarar og felag.
– Her eru nógvir spurningar at taka fatt uppá og ein slíkur ráðgevi hevði gjørt umhvørvið í felagnum munandi betur fyri øll.
– Hesin ráðgevin skuldi skipað fyri regluligum fundum við leikarar og foreldur.
– Foreldur sita jú inni við nógvum spurningum og nú feløgini meiri og meiri fara ivir til elitu fótbólt,  er tað av alstórum týdningi at leikarar og foreldur kenna seg trygg.

Undirtøku frá foreldrum
– Skulu feløgini sleppa at sortera millum ungdóm, so er umráðandi at foreldur eru við í hesum og at tey eru trygg við viðurskiftini.
– Foreldur eiga at fáa greitt at vita hví teirra drongur ella genta júst skal spæla á tí og tí liðnum. Tey kunnu jú ikki altíð skilja hví teirra børn skulu verða sorteraði frá, og tí má tosast opið um hetta. Í dag verður hetta bert gjørt og tagt burtur, og verða børn og foreldur sett út á eitt síðuspor.

Feløgini eiga at seta krøv
Allan Mørkøre sum sjálvur hevur virkað sum yrkisleikari eitt skifti, sigur at feløgini seta alt ov fá krøv til ungu leikararnar.
– Leikarar sleppa alt ov lætt undan at seta krøv til sín sjálvan. Tað hevur stóran týdning hvussu og hvat leikarar eta og drekka og hvussu atburðurin er.
– Tað er ikki rætt at ítróttaungdómar sleppa at fylla seg við Cola og Chips tá teir ferast til ítróttarkappingar.

Virðingin er ov lítil
– Tá eg sum 16 ára gamal koma á 1. lið hjá KÍ hevði eg eina ótrúliga virðing fyri teimum eldru á liðnum.
Eg fekk ikki møguleikan beinanvegin, men tá hann kom var eg til reiðar og tók hann.
– Í dag síggja vit ungar leikarar úttala seg um mangt og hvat og spæla fornermaðir tá teir ikki sleppa á liði.
– Eisini havi eg ferð eftir ferð uppliva 18-20 ára gamlar dreingir sum opinlýst vísa sína misnøgd við venjaran tá teir verða útskiftir.
– Sjálvandi kann tað verða hart og ringt at vísa góðan ítróttaranda tá ein verður tikin út úr dystinum, men vit eiga ikki at tola at ungdómar ikki uppføra seg sømuligt, eisini teir ungu sum koma á 1. lið.
– Men nógv er broytt síðandi peningur kom upp í fótbóltin og eingin kann finnast at tá ungdómar uppføra seg sum stjørnur, tá feløg liggja og kappbjóða um teir.

Pedagogikkur
Allan Mørkøre sum altíð hevur verið stemplaður sum ein harður og kontantur leikari, sigur at pedagogikkur eigur at fáa størri rúmd í fótbólti.
– Sjálvur eri eg útbúgvin pedagog og arbeiði við menningartarnaðum og vanskiligum dreingjum.
– Eg meini at feløg sum í framtíðini fara at hava pedagogsikar ráðgervarar, fara at standa munandi betur í kappingini nú pengafótbólturin setur krøv um elitu-dyrkan í ungdómsarbeiðinum.