Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Allan Mørkøre: Umráðandi at øll fáa sama tilboð um fótbóltsmenning

John William Joensen

ØLL fáa sama tilboð til venjing! Nýggi høvuðsungdómsvenjarin hjá Giza Hoyvík, Allan Mørkøre, leggur ikki fingrarnar ímillum, at hetta felagið skal raðfesta ungdómin høgt; um ikki hægst. Sostatt er greitt, at foreldur at børnum í Hoyvík kunnu kenna seg fullkomiliga trygg við at lata tey venja við Giza Hoyvík. Hetta skrivar kendi klaksvíkingurin á facebook profilinum hjá Giza Hoyvík.

ØLL fáa sama tilboð til venjing! Nýggi høvuðsungdómsvenjarin hjá Giza Hoyvík, Allan Mørkøre, leggur ikki fingrarnar ímillum, at hetta felagið skal raðfesta ungdómin høgt; um ikki hægst. Sostatt er greitt, at foreldur at børnum í Hoyvík kunnu kenna seg fullkomiliga trygg við at lata tey venja við Giza Hoyvík. Hetta skrivar kendi klaksvíkingurin á facebook profilinum hjá Giza Hoyvík.

”Hoyvíkingar kunnu vænta sær ungdómsvenjing við høgari góðsku og venjarar við útbúgving. Kunning til børn og foreldur verður raðfest høgt, og ikki minst at felagið sær ØLL børnini. Hettar er nakað nýtt fyri felagið, og vit byrja frá grundini. Eg komi at tryggja, at venjingin er fyri Øll, og at trivnaðurin er raðfestur høgt. Í Giza Hoyvík fara vit at leggja okkum eftir at tað er pláss fyri øllum og ØLL fáa sama tilboði. Tað vil siga góðskuvenjing til ØLL,” sigur Allan, og er greiður og ivrigur á máli.

Tá ein høvuðsungdómsvenjari við ambitiónum og málsetningum tekur við eitt so óskrivað blað, so er onki at siga til, at ætlanin og menningin er langtíðarsiktað.

”Eg síggi fyri mær, at um 5 ár eru vit etableraðir í føroyskum fótbólti við øllum ungdómsliðum. Vit hava venjarar við A útbúgving til øll ungdómslið, so vit kunnu tryggja menningina hjá øllum børnum í felagnum. At ungdómsdeildin mennir leikarar til okkara besta lið í Hoyvík – bæði hjá kvinnum og monnum.”

Spurdur um hví Allan valdi at gerast ungdómsvenjari, er hann púra greiður:

”Eg havi nógvar royndir sum spælari bæði á landsliðum, í bestu deildini og eitt tíðarskeið uttanlanda. Havi eisini royndir sum venjari í bestu deildini. Men eg havi valt ungdómin, tí eg síggi, at har kann eg best geva mínar royndir víðari, og sjálvur haldi eg, at eg ofta síggi teir leikarnar, sum onnur ikki síggja. Tann gleðin at síggja leikarar mennast, og tann áhugin, sum tey vísa undir venjing, er sera gevandi. Eg haldi eisini, at tíðin er búgvin, har vit raðfesta okkara ungdóm fremst, og tá seta teir bestu venjarnar at venja ungdómin.”

Nú kunningarfundurin í Hoyvík er á gáttuni, vónar Allan at síggja nógv fólk, hoyvíkingar og foreldur annars sum hava áhuga:

”Eg ynski at bera boðskapin hjá felagnum fram. Tað er umráðandi at trivnaður er í hásæti, og tá er tað eitt samspæl við foreldrunum. At vit geva kunning til foreldrini, um hvat vit bjóða, og at øll fáa sama tilboð. Eitt fótbóltsfelag má síggja øll børn á sama hátt, óansæð førleikar og aldur. Í míni tíð, sum leikari og venjari, havi eg ofta sæð, at øll ikki fáa sama tilboð, hóast øll hava goldið sama limgjald. Tí er og verður tað umráðandi fyri Giza Hoyvík ikki at gera tann sama ”feilin”, og tí hava vit verið eftir venjarum, sum hava venjaraútbúgving og eisini hava eins hugsunarhátt til venjing.”

Sjálvur kunningarfundurin er mikudagin í skúlanum við Løgmannabreyt, mikukvøldið 20. januar kl 19, og felagið bjóðar øllum áhugaðum vælkomin.