Næstur í røðini at svara spurningunum um komandi kappingarár í Premier League er Allan Tungá, sum fyr hevur spælt við B71 í bestu deildini.
Allan heldur við Manchester United og væntar eisini framgongd hjá sínum liði. Hann svaraði spurningunum áðrenn fyrsta umfar.
1. Hvør vinnur Premier League 2015/16?
Arsenal
2. Greið frá í stuttum, hví so verður?
Fyrr ella seinni má tað eydnast hjá teimum. Sama stamman frá í fjør, spæla góðan og skjótan fótbólt og hava samstundis fingið tilgongd av næst besta málmanni í PL (aftaná De Gea).
3. Hvørji lið enda í topp 4 (í rættari raðfylgju) í Premier League?
Arsenal, Chelsea, Man Utd,Liverpool.
4. Hvør verður toppskjútti í Premier League?
Wayne Rooney (Manchester United)
5. Hvat er besta keypið í summar í Premier League?
Petr Cech (Arsenal)
6. Hvat lið fer at yvirraska posetivt í Premier League og greið í stuttum frá hví?
Crystal Palace – Torført lið at møta á eitt nú Selhurst Park. Megnar Bolasie at halda støðið og sláa Zaha og Cabaye til, so sær gott út.
7. Hvat lið verður størsta vónbrotið í Premier League og greið í stuttum frá hví?
Norwich – orsøkin er loynilig 🙂




