Í dokomentarsendingini hjá KVF ”Dulda sølan av fólksins ogn” har sjónvarp Føroya og útvaldir búskaparfrøðingar løgdu navngivin reiðarríðir undir ákærir fyri at selja fólksins ogn í loyndum, stóð føroyska reiðarríðið Framherji, sum er samstarvsfelag hjá íslendska Samherja eisini fyri skotum. Sendingin i KVF endaði við óhugnaligum tónleiki meðan sístu orðini á skerminum vóru at ”íslendski ákærin kannar framvegis Samherja…”

Eftir at KVF í sendingini viðgjørdi føroyska felagið við óhugna-tónleiki aftur við, var endin á sendingini ikki til at taka feil av. Meðan íslendsku myndugleikarnir gjørdu húsarannsóknir hjá føroysku samstarvspartnarunum í Íslandi gjørdu føroysku myndugleikarnir einki.
Tá íslendska politiið gjørdi húsarannsóknir vistu tey ákærdu av ongum – men myndugleikarnir høvdu varskógva pressuna og húsarannsóknirnar vóru sendar beinleiðis í íslendska kringvarpinum.
Men hóast rúm tíð er síðan at íslendsku myndugleikarnir sleptu øllum ákærum móti íslendska Samherja eru tíðindini enn ikki tikin uppá tungu í KVF.
Annars var eitt av eyðkennunum fyri sendingarnar í KVF at vinnan luttók ikki í sendingunum samstundis hvørki fiskimálaráðið ella politiska skipanin vildi luttaka.