Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Allar fortreytir fyri góðum seyði í heyst

Danial Viðoy

Joen Jacob Heinesen, sum vanliga verður kallaður fyri Akki, væntar at seyðurin fer at roynast væl í ár. Men hann fýlist eitt sindur á, at seyðurin ikki er størri í ár, tí seyðurin hevur havt allar fortreytir norðanfyri í summar. Men tað er verri enn so altíð støddin, sum telur.

Joen Jacob Heinesen, sum vanliga verður kallaður fyri Akki, væntar at seyðurin fer at roynast væl í ár.Men hann fýlist eitt sindur á, at seyðurin ikki er størri í ár, tí seyðurin hevur havt allar fortreytir norðanfyri í summar. Men tað er verri enn so altíð støddin, sum telur.

Norðlýsið hevur prátað við Akka, sum er bóndi á Viðareiði, um hvat honum væntar av skurðinum í heyst nú summarið hevur verið so avbera gott.


Fýlist á útsjóndinog stødd

Nú nærkast heystið og hvat væntar tú tær av skurðinum. Tað hevur ið hvussu er viðrað. Fer hetta at ávirkað skurðin?

– Eg skal siga akkurat sum er. Eftir útsjóndini at døma, er tað eitt sindur skuffandi. Men eg gangi bara út frá at tað kemur at roynast væl í ár, byrjar Akki.

Tað er ikki bert í Norðoyggjum at bóndur fýlast á útsjónd og stødd.

– Nú havi eg verið nokkso nógv runt í sambandi við mítt arbeiðið innan aliøkið. Akki siglir við alibáti kring oyggjarnar.

– M.a. havi eg verið í Sundalagnum, og har havi eg prátað við tveir av Eiði og onkrar av Norðskála. Allir siga tað sama. Teir fýlast á, at lombini eru smærri ella ójavnari enn undanfarin ár. Tó so eru stór lomb uppi í, men tað eru sanniliga eisini nógv smá lomb uppií.


September er lykilin til heystið

Tað sigst at septembermánaði er lykilin til heystið. Er septemburmánaði góður og turrur, plagar at hildnast væl.

– Men eg haldi hóast alt, at seyðurin broytist serliga skjótt akkurát nú. Ja serliga hendan mánaðan. Verður septembur góður og ikki ov vátur, kunnu vit vænta okkum eitt gott ár. Eg gangi ið hvussu er út frá at seyðurin verður góður.


Forsmakk upp á skurðin

Onkrir hava longu fingið ein forsmakk upp á skurðin í ár. Ein bóndi í bygdini hevur longu flett nøkur lomb.

– Ja teir hava flett nøkur lomb og tey vigaðu nógv, hóast útsjóndin ikki var tann heilt villa. Men eg fýlist á at lombini ikki eru størri, tí tað hevur verið sjáldsama gott veður í ár. Tað hevur verið nógv gras, tað hevur verið turt, nógv sól, ja allar fortreytir fyri góðum seyði hava verið til staðar.


Vit skilja ikki alt

Tíðliga í summar doyðu fleiri smálomb í haganum. Orsøkin til tað er torfør at spáa um, sigur Akki.

– Hví mundi tað verða… eg misti sjálvur trý og aðrir bøndur í bygdini mistu fleiri enn eg. Tey lógu bara deyð á sløttum. Nei vit vita ikki alt.


Besta summari í kvarta øld

Tað eru rættiliga nógv ár síðani at tað hevur verið eitt so gott summar á Viðareiði. Ið hvussu er eini tjúgu ár síðani.

– Tað vóru onkuntíð slík summar, tá ið eg var smádrongur. Men eg kann ikki minnast, um eg hyggi eini tjúgu ár aftur í tíðini, eitt so gott summar.

Tað er ikki altíð veðrið, sum hevur alt at siga.

Til dømis í fjør var summarið so ringt, men seyðurin var hóast tað góður. – So er spurningurin um veðrið ávirkar seyðin so nógv. Tað kann eisini vera, at seyðurin hevur roynt seg yvir evnini í fjør og tí ikki orduliga er komin fyri seg aftur enn. Tað kann so gera tað, at seyðurin verður av tí besta næsta ár. Hvør veit, livst so spyrst, grunar Akki í telefonini.


Av allarbesta hoyterra – seyður fær góðan vetur

Vit eru í september, men enn er góður hoyterri. Seyðurin fer ikki at ganga svangur í vetur.

– Í gjár var góður hoyterri og í dag (mikudagur) er hann minst líka góður. Havið er spegilsblankt, tað er lýtt og eitt sindur av toku í fjøllunum, sum tó ikki muna nakað. – Hetta er ótrúligt.


Veðrirnir í feitilendi koma at roynast

Feitilendi, har nógvir veðrir ganga, kemur at verða gott, metir Akki.

– Veðrirnir í feitilendi koma at verða góðir. Vit sigldu framvið norðanfyri nú ein dagin og sóu í Tanga og niðan í Urðina. Tað vísti seg at vera óluksáliga vakur seyður. Har eru øll tekin í sól og mána, ið tala fyri góðum skurði.

Hvussu tað fer at roynast hjá Akka í heyst er ilt at spáa um, men ein ábending kemur skjótt til sjóndar.

– Eg taki eini trý lomb síðst í vikuni til feskt kjøt. So fær man eina ábending, hvussu tað heila kemur at roynast.


Tað er ikki altíð stødd og útsjónd, sum telja

Akki er eisini kunnugur við tað, at tað ikki altíð er støddin, sum telur. Hetta er ofta í sambandi við veðrir og serliga í feitilendi.

– Ofta hava vit start okkum blindan upp á ein veðr, sum í útsjónd hevur víst seg at koma at viga nógv. Men so hevur onkur annar veðrur verið, sum eingin hevur givið gætur, ið hevur viga meira enn tann størri.

– Tað hevur alt at siga, hvussu teir eru skikkaðir. Summir bjóða seg meira fram, eru dimmir í tí, blikutir og síggja tí eitt sindur ógvusligir út. Men so eru aðrir, m.a. gráir, ið tykjast eitt sindur minni, men sum roynast. Eisini hava aðrir tjúkkari ull og upphevja seg á tann hátt.

– Nei tað er ikki lætt at vita, men eg vænti ein góðan skurð í ár. Seyðurin hevur verið góður tey seinastu árini. Hann hevur tað eisini gott, hann verður væl fóðraður. – Í ár eru líkindini fyri góðum seyði góð, fortelur Akki viðinginum hjá Norðlýsinum í Keypmannahavn.

Harleyfacadeacryl