Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Allar meginfunktiónir eiga at liggja í miðstaðarøkinum

John William Joensen

Í sendingini “Kaffihúsið undir Bryggjubakka” har Jógvan Ósá og formaðurin í Framsókn, Poul Michelsen, samrøddu, gjørdi Poul Michelsen greitt at allar meginfunktiónir innan Mentan og Skúlaverk eiga at liggja í høvuðsstaðnum.

Í sendingini “Kaffihúsið undir Bryggjubakka” har Jógvan Ósá og formaðurin í Framsókn, Poul Michelsen, samrøddu, gjørdi Poul Michelsen greitt at allar meginfunktiónir innan Mentan og Skúlaverk eiga at liggja í høvuðsstaðnum.

Poul Michelsen segði at hendan kappingin sum var millum Tórshavn og Klaksvík er ógvuliga natúrlig og tí haldi eg at tað er sera óheppi at eingin heildarætlan er gjørd fyri føroyska samfelagið sum sigur hvar í landinum teir ymisku aktivitetirnir skullu verða. Tað er greitt at tað skal verða ávísir aktivitetir kring landið men tað er umráðandi at man ikki undirgravar høvuðsstaðar effektina. Vit fáa ikki ein høvuðsstað kring alt landið og tí er umráðandi at høvuðsstaðurin ber flaggið úteftir.

Spurdur um tað ikki eisini vóru lokalpatriotar innanfyri Molan í Havn, svaraði formaðurin í Framsókn:

– Jú – Guð havi lov fyri tí. Lokalpatriotisma er eisini ein dygd men alt við máta – og tað vísir seg at verða sera trupult at verða lokalpatriotur í Havn. Havnin er ein heilt serlig samanseting av fólki úr øllum landinum og tí kann man ikki vekja lokal áhuga málini í Havn. Eg haldi at tað er ómetaliga gott at allar megin funktiónir innan mentan og skúlaverk liggur í meginøkinum.

Samrøðan kann hoyrast her