Í kvøld kl. 18 byrjað finalurnar til FM 2005 í svimjuhøllini í Gundadali og fremstu svimjararnir hjá Ægi eru í finaluni.
Kristian Olsen er í finaluni 100 m frí og 50 m firvald. Natalia skal kappast í finaluni í 50 m firvald.
Harafturat eru Bjarni M. Petersen, Bára Joensen, Rúna Joensen og Charlotta Venned øll við í finaluni.
Í morgin fer sjónvarpið at visa beinleiðis úr svimjuhøllini í Gundadali og spennandi verður at fylgja Ægir svimjarunum.
Venjarin hjá Ægir er sera spentur uppá 50 m firvaldasvimjingina hjá Nataliu í kvøld, har hon skal kappast ímóti skjótasta svimjaranum (klaksvíksgentan) Shaila millum Garðarnar.
– Tað er bert ein hundranda partur av einum sekundi sum skilur tær báðar, og tí kann alt henda, sigur Søren Olsen venjari hjá Ægir við Norðlýsið.




