Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Allir flokkar uttan Miðflokkurin hava tikið undir við at Kristintrúgvin skal raðfestast lægri

John William Joensen

Ásetingarnar í hesum uppskoti eru tær somu, sum allir flokkar – uttan Miðflokkurin – hava tikið undir við síðani arbeiðið byrjaði at gera føroyska stjórnarskipan. Og orðingarnar eru tær somu, sum hava verið lagdar fyri Løgtingið fleiri ferðir, og sum allir flokkar uttan Miðflokkurin hava mælt til – bæði í 2010 og í 2011. Hettar skrivar Høgni Hoydal í brævið til Norðlýsið.

Ásetingarnar í hesum uppskoti eru tær somu, sum allir flokkar – uttan Miðflokkurin – hava tikið undir við síðani arbeiðið byrjaði at gera føroyska stjórnarskipan. Og orðingarnar eru tær somu, sum hava verið lagdar fyri Løgtingið fleiri ferðir, og sum allir flokkar uttan Miðflokkurin hava mælt til – bæði í 2010 og í 2011. Hettar skrivar Høgni Hoydal í brævið til Norðlýsið.

Norðlýsið staðfesti at Kristintrúgvin verður mundandi niðurraðfest í Stjórnarmálauppskotinum sum í løtuni er til viðgerar í løgtinginum enn hon er í verandi Grundlóg.

Men formaðurin í Tjóðveldi, sum saman við formanninum í Framsókn hava lagt uppskotið fram, vísir á at allir flokkar hava áður góðkent hesar orðingar:

– Veit ikki, hví tit seta skeiv tíðindi á portal tykkara um stjórnarskipanina, sum er løgd fram aftur.

Har verður skrivað, at kristnitrúgvin er niðurrafest í uppskotinum hjá Tjóðveldi og Framsókn.

Tað passar ikki. Ásetingarnar í hesum uppskoti eru tær somu, sum allir flokkar – uttan Miðflokkurin – hava tikið undir við síðani arbeiðið byrjaði at gera føroyska stjórnarskipan. Og orðingarnar eru tær somu, sum hava verið lagdar fyri Løgtingið fleiri ferðir, og sum allir flokkar uttan Miðflokkurin hava mælt til – bæði í 2010 og í 2011.

Kristintrúgvin niðurraðfest í Stjórnarskipannar uppskotinum sum Tjóðveldi og Framsókn hava lagt fram

Í donsku grundlógini er Kristintrúgvin tryggja gjøgnum evangelisk-lutherska kirkjuna í § 4, men í Stjórnarmálauppskotinum sum Framsókn og Tjóðveldi hava lagt fram stendur at Kristintrúnni “kunna verða veittar serligar sømdir, tó uttan at gera seg inn á aðrar fatanir”

Í dag viðger Løgtingið Stjórnarmálaruppskot sum Tjóðveldi og Framsókn hava lagt fram og longu nú er greitt at fleiri tinglimir ætlað ikki at atkvøða fyri. Miðflokkurin hevur tikið frástøðu og Gerhard Lognberg tók eisini frástøðu á tingsins røðarapalli. Eisini er spurnartekin sett við fleiri punkt í lógini.

Ein munur er at føroyska stjórnarlógin niðurtónar munandi tey kristnu virðini:

Danmarks Riges Grundlov

§ 1: Denne grundlov gælder for alle dele af Danmarks Rige.

§ 2: Regeringsformen er indskrænket-monarkisk. Kongemagten nedarves til mænd og kvinder efter de i tronfølgeloven af 27. marts 1953 fastsatte regler.

§ 3: Den lovgivende magt er hos kongen og folketinget i forening. Den udøvende magt er hos kongen. Den dømmende magt er hos domstolene.

§ 4: Den evangelisk-lutherske kirke er den danske folkekirke og understøttes som sådan af staten

Kapitel VII

§ 66: Folkekirkens forfatning ordnes ved lov.

§ 67: Borgerne har ret til at forene sig i samfund for at dyrke Gud på den måde, der stemmer med deres overbevisning, dog at intet læres eller foretages, som strider mod sædeligheden eller den offentlige orden.

§ 68: Ingen er pligtig at yde personlige bidrag til nogen anden gudsdyrkelse en den, som er hans egen.

§ 69: De fra folkekirken afvigende trossamfunds forhold ordnes nærmere ved lov.

§ 70: Ingen kan på grund af sin trosbekendelse eller afstamning berøves adgang til den fulde nydelse af borgerlige og politiske rettigheder eller unddrage sig opfyldelsen af nogen almindelig borgerpligt.

Uppskot til løgtingslóg um Stjórnarskipan Føroya

§ 11. Trúarfrælsi

Øll eiga rætt at trúgva og útinna sína trúgv.

Stk 2. Kristnitrúnni kunnu verða veittar serligar sømdir, tó uttan at gera seg inn á aðrar fatanir.

Stk 3. Fólkakirkjan eigur lut eftir gomlum siði.