Útróður: Dagurin royndist ikki eins væl sum í gjár, men Brandur fekk nógv og hinir høvdu allir meir enn brúkiligan túr.
Sum skilst hava allir bátarnir roynt vestanfyri, og teir avreiða eisini í Sørvági í dag. Brandur fekk næstan 10.000 pund, meðan allir hinir komu uppum 7000 pund.
Sambært FMF fiskaðu bátarnir so nógv í dag av teimum, ið seldu í dag:
Brandur: 9600 pund
Líðhamar: 7100 pund
Norðsøki: 7200 pund (við fyrivarni, tí hann avreiðir ikki fyrr enn kl. 13)
Kallanes: 7200 pund




