Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Allir vegir føra til Rom.13. januar 2008

John William Joensen

Føroya inntøka, ið kemur inn í útjaðaranum, endar fyrr ella seinni í Havn

Tað er skeivt tá Aksel billar Klaksvíkingum inn, at fiskidagabankin er búskaparliga betur fyri allar Føroyar. Tá landið fer at taka peningin beinleiðis frá skipunum, áðrenn lokalsamfelagið fær smakkin av hesum peningi, kemur lokalsamfelagið at svíða undir hesum.

Sitat: Aksel Johannesen.
"Við einum fiskidagabanka fara loyvini einans at verða seld fyri eitt stutt tíðarskeið í senn, og tí verður váðin ikki so stórur, og í flestu førum verður ikki neyðugt við lántøku. Vinnan fer sostatt at spara tær rentuútreiðslur, sum hon í dag hevur í samband við lántøku til keyp av fiskiloyvum".

Sum Havnarmann skilji eg tína sannføring um fiskidagabanka. Aksel vildi í greinini ikki endurtaka seg, tí hann helt seg hava grundgivið nokk fyri sínum sentralistiska sjónarmiði.

Um Aksel Jóhannesen hevði lisið mínar greinar, sum eru at finna á www.eydstein.fo, hevði Aksel ikki kunna fari skeivur av mínum greiða sjónarmiði, sum er, at vit sum eru í primeru vinnuni, eiga at berjast fyri at halda peningin so leingi til ber í lokalsamfelagnum runt um í landinum.

Hetta er eitt stríð millum Mentunarháborgina og restina av landinum.

Um Aksel tilætla ella bert av óvitsku hevur tað fatan, at vit koma at hava ein sunnan rakstur av okkara vinnu á sjónum, er ilt at vita. Men góði Aksel, vónandi hevur tú sum advokatur eisini svar uppá, hvussu Reiðaríini skulu fíggja eina fornýggjan av flotanum, nú tú lovprísar stuttum íløgugrundarlagi.

Eg taki støði í okkara eftirkomarum.
Aksel kemur sum ein sentralistiskur persónur, ikki at kenna avleiðingarnar av einum berum íløgugrundarlagi. Fólkið sum kemur at gjalda við lívinum sum insats, eru vit sjómenn og okkara eftirkomarar, sum nú ikki kunnu skipa seg eftir handilsligum grundarlagi. Nú Aksel lovprísar stuttari íløgutrygd.

Annars er at leggja afturat, at eg haldi tað vera stuttligt at verða settur í sama bát sum Bjørn Kalsø, nú tað stundar til val.

X við Eyðstein Poulsen

Hjarta fyri útjaðaranum