Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Allur fiskiskapur á firðum og sundum skal steðgast

John William Joensen

Fiskidaganevndin, sum er mannað við umboðum úr vinnuni, mælir til at steðga allari veiði á firðum og sundum umframt aðrar avmarkingar

Álitið frá vinnuni sigur m.a. at allir fiskiskapur skal steðgast tríggjar vikur eftir 20. apríl (í gítingartíðini) á hvørjum árið. 

– Firðir og sund skulu steingjast fyri allari veiði eisini sokallaðari frítíðarfiskiskapi í tvey ár.

– Nevndin mælir til at seta inspektørar umborð á svartkjaftaflotan. 

– At Føroyabanki verður stongdur totalt í tvey ár. 

– At hjá veiðan hjá lemmatrolarunum skal burtur.

– Meirilutin í fiskidaganevndini mælir til at dagarnir ikki vera skerdir, men ein minniluti – formaðurin í nevndini – mælir til at dagarnir hjá húkaflotanum vera skerdir 20% 

Sum Norðlýsið skilir er fiskidaganevndin samd um tilmælini.

Sí tilmælið:

http://www.fisk.fo/files/tm-fn0708.pdf

UM FISKIDAGANEVNDINA

Nevndarlimir:
Óli Samró, formaður
Hertha Olsen, Saltangará, skrivari
Dánjal Jacobsen, Vestmanna, umboðandi Felagið Trolskip
Dánjal Jákup Vilhelm, Norðskáli, umboðandi Felagið Línuskip
Jens Jacob Olsen, Toftir, umboðandi Felagið Trolbátar
Auðunn Konráðsson, umboðandi Meginfelag Útróðrarmanna
Eyðun Johannesen, Oyrarbakki, umboðandi Føroya Fiskimannafelag

Varalimir:
Jónsvein Knudsen, Saltangará, umboðandi Felagið Trolskip
Eirikur Olsen, Tvøroyri, umboðandi Felagið Línuskip
Hans Jacob Kallsberg, Viðareiði, umboðandi Felagið Trolbátar
?? , umboðandi Meginfelag Útróðrarmanna
Karl Isaksen, Kvívík, umboðandi Føroya Fiskimannafelag

Nevndin er sett eftir § 5, stk. 9 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 við seinni broytingum. (Ll. nr. 38 frá 26. mars 2002)

§ 5, stk. 9 ”Fiskidaganevndin.
Landsstýrismaðurin velur eina Fiskidaganevnd, umboðandi vinnuna á sjónum, sum letur landsstýrismanninum metingar um støðuna í botnfiskastovninum og tilmæli um fiskidagar, og hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið.

Nevndin og varaumboð verða vald fyri 4 ár í senn.

Landsstýrismaðurin ger reglugerð um val og virki nevndarinnar og tryggjar nevndini neyðugt tilfar til tess at útinna arbeiðssetningin.

Landsstýrismaðurin velur formann og varaformann og setur skrivara.”