Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Almannaverkið brynjar seg til framtíðina

Tíðindaskriv

Nýggjur leiðslubygnaður er skipaður, har opinleiki og skynsemi eru lyklaorðini. Samstundis noyðast vit at siga fimm starvsfólkum farvæl, nú bygnaðurin er umskipaður, og eldraøkið er lagt til kommunurnar at umsita.

Nýggjur leiðslubygnaður er skipaður, har opinleiki og skynsemi eru lyklaorðini. Samstundis noyðast vit at siga fimm starvsfólkum farvæl, nú bygnaðurin er umskipaður, og eldraøkið er lagt til kommunurnar at umsita.

Á samkomu í morgun klokkan 10 fingu starvsfólkini í Almannaverkinum kunning um næsta stigið í menningini av Almannaverkinum frá stjóranum Edvard Heen.

Edvard Heen tók við sum stjóri í Almannaverkinum 1. juni í fjør. Fyrsta hálva árið hevur hann sett seg inn í stovnin, sum á nýggjárinum minkaði við eini helvt, tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita. Fyri Edvard Heen er eyðsæð, at krøvini til Almannaverkið herðast í hvørjum.

Vaksandi krøv frá brúkarum, frá almenningi og frá politisku skipanini. Krøv um betri tænastu og skynsamari rakstur.

– Hetta eru krøv, sum vit í Almannaverkinum skulu ganga á møti, sigur Edvard Heen, sum á starvsfólkafundinum kundi vísa fram ein greiðari og einfaldari bygnað:

Frá í dag eru tríggir deplar í Almannaverkinum:

  • Viðskiftadepilin – Depilsstjóri er Hallur Thomsen

  • Trivnaðardepilin fyri Sálarsjúk & Barnavernd – Fyribilssettur depilsstjóri er Hermann

    Mortensen

  • Trivnaðardepilin fyri Menningartarn & Fjølbrek – Depilsstjóri er Ingun Mohr Jacobsen

    Samstundis verða Starvsfólkadeildin, Fakdeildin, KT-deildin og Fíggjardeildin lagdar undir ein fyrisitingarstjóra, sum er partur av leiðslubólkinum. Fyribilssettur fyrisitingarstjóri er Jan Sjóstein.

    Opinleiki og skynsemi

    Boðskapurin frá Edvard Heen er, at Almannaverkið skal lata upp fyri brúkarum og fyri almenningi samstundis, sum aðalmálið hjá leiðsluni er at reka stovnin við skynsemi. Leiðslubólkurin kemur við broytingini í javnvág, sum loyvir betri og nærri leiðslu í allari skipanini, har hvør leiðari fær beinleiðis ábyrgd av færri starvsfólkum enn í dag.

    – Vit vilja hava eina leiðslu, sum hevur borgaran í fokus og hevur eina heildarhugsan um Almannaverkið, sigur Edvard Heen.

    Fimm fólk fingið ætlanarskriv um uppsøgn

    Samstundis, sum nýggjur bygnaður verður stungin út í kortið, er eisini neyðugt at skerja talið av starvsfólki í fyrisitingini, tí at eldraøkið er lagt til kommunurnar at umsita, og tí at løgtingið minkaði játtina við kr. 0,5 mio. Tilsamans skal Almannaverkið spara 2,7 mió krónur í ár.

    – Vit klára ein part við umleggingum og natúrligari frágongd, men vit sleppa tíverri ikki undan uppsøgnum, sigur Edvard Heen.

    Fleiri upplýsingar um broytingarnar í Almannaverkinum fáast frá Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum, eh@av.fo, fartelefon 210503 frá klokkan 11.