Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Almenn ársløn til borgarstjóra og tinglim 1,5 mió. kr.

John William Joensen

Javnaðarflokkurin saman við einum stórum meiriluta í Tórshavnar Býráð hevur samtykt at næstformaðurin í Javnaðarflokkinum kann verða borgarstjóri og tinglimur samstundis og flokksleiðslan hevur harafturat valt borgarstjóran til næstformann á Føroya Løgtingið. Heðin verður 70 ár komandi summar og hevur havt rætt til pensjón síðan hann gjørdist 67 ár. Samanumtikið kann Heðin Mortensen krevja skattgjaldaran 117.575,04 kr. í løn, nevndar samsýning og pensjón hvønn mánað. Árslønin hjá leiðandi Javnaðarmanninum er í minstalagi 1.410.900,48 tá pensjónin er íroknað.

Javnaðarflokkurin saman við einum stórum meiriluta í Tórshavnar Býráð hevur samtykt at næstformaðurin í Javnaðarflokkinum kann verða borgarstjóri og tinglimur samstundis og flokksleiðslan hevur harafturat valt borgarstjóran til næstformann á Føroya Løgtingið. Heðin verður 70 ár komandi summar og hevur havt rætt til pensjón síðan hann gjørdist 67 ár. Samanumtikið kann Heðin Mortensen krevja skattgjaldaran 117.575,04 kr. í løn, nevndar samsýning og pensjón hvønn mánað. Árslønin hjá leiðandi Javnaðarmanninum er í minstalagi 1.410.900,48 tá pensjónin er íroknað.

Ásett er í Kunngerð um samsýning o.a. sambært kommunustýrislógini:

§ 10. Bý- ella bygda(r)ráðið skal áseta í kommunustýrisskipanina, hvør samsýningin til borgarstjóran skal vera, sbr. tó stk. 2 og 3.

Stk. 2. Samsýningin til borgarstjóran, ið er treytað av íbúgvaratalinum í kommununi tann 1. januar í valárinum, tá ið avgerð sambært § 1 verður tikin, verður roknað við støði í galdandi lønartalvu sambært avtaluni millum Fíggjarmálaráðið og Felag Tænastumanna Landsins, og kann í mesta lagi verða henda íroknað viðbót:

1) 0-499 íbúgvar, ájavnt við 32. lønarflokk, stig 1,

2) 500-999 íbúgvar, ájavnt við 35. lønarflokk,

3) 1.000-1.499 íbúgvar, ájavnt við 36. lønarflokk,

4) 1.500-4.999 íbúgvar, ájavnt við 37. lønarflokk,

5) 5.000-9.999 íbúgvar, ájavnt við 38. lønarflokk og

6) 10.000 íbúgvar ella fleiri, ájavnt við 39. lønarflokk.

Heðin Mortensen fær sostatt ájavnt 39, t.e. 54.339,50 kr. um mánaðin sum borgarstjóri.

Eftirlønargjaldið er vanliga 15%, men Heðin fær eina tænastumannalíknandi pensjón, sum landsstýrismenn.

Heðin hevur harumframt borðfæ, kr. 7.318 um mánaðin sum skattskyldugt og góðkent av Fíggjarmálaráðnum.

Løgtingsmenn fáa løn ájavnt 34, t.e. 37.032,54 kr. um mánaðin

Eftirløn tænastumannalíknandi, eftir 16 ár fulla pensjón, t.e. 60%.

Harumframt kostnaðarendurgjald, sum er trupul at rokna, hygg í Løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna

Øll tingfólk fáa smb § 1 stk. 4 haraftrat kr. 2.000 um mánaðin, skattafrítt.


Samanteljing av løn og samsýningum hjá Heðin Mortensen (KR. pr. mánaða):

Borgarstjóri kr. 54.339,50

Borðfæ kr. 7.318,-

Løgtingslimur kr. 37.032,54

Limur í formansskapinum í løgtinginum kr. 2.500

Kostnaðar endurgjald kr. 2.000,-

Formaður í Kommunufelag Føroya kr. 5.000

Nevndarlimur í Handilsskúli Føroya (umroknað 6 fund um árið) kr. 280

Nevndarlimur í Tekniskiskúli Tórshavn (umroknað 6 fund um árið) kr. 280

Formaður í Kommunala Arbeiðsgevara Felagnum kr. 2.500

Tilsamans kr. 111.250,04 um mánaðin ella kr. 1.335.000,48 um árið í løn frá tí almenna. Hetta er íroknað teir nevndarsessir/samsýningar sum vit higartil hava fingið innlit í.


Pensjónistur

Borgarstjórin í Havn er føddur í 1946 og verður 70 ár næsta summar. Hann fær fólkapensjón tvs. grundupphæddin á kr. 3.313,- og samhaldsfasta á kr. 3.012,- flutta á konto hvønn mánað eins og øll onnur.

Pensjónin hjá borgarstjóranum í Tórshavnar Kommuna er munandi betri enn t.d. hjá borgarstjóranum í Klaksvíkar Býráð tí Tórshavnar Kommuna hevur samtykt at borgarstjórin fær eftirløn á sama støði sum landsstýrisfólk. Hetta merkir at Heðin Mortensen hevur síðan hann fylti 67 ár havt rætt til pensjón fyri tilsamans kr. 36.000,- um mánaðin frá tí almenna. Men eftirlønin fær ikki gildi fyrr enn hann leggur frá sær sum borgarstjóri. Harafturat er loft sett á sum er kr. 36.000 um mánaðin soleiðis at hóast Heðin Mortensen eisini hevur rætt til eftirløn sum tingmaður so kann hann ikki fáa meira enn 36.000 kr. tilsamans um mánaðin tá hann einaferð gevst í politikki.

Væl løntur

Heðin Mortensen fær sostatt kr. 117.575,04 kr. í løn, nevndarsamsýning og pensjón (grundupphædd og samhaldsfasti) hvønn mánað ella tilsamans kr. 1.410.900,48 krónur um árið.