Klaksvíkar Býráð samtykti hin 6. mars 2007 ein endurskoðaðan býarplan fyri kommununa, sum frá og við í dag í 3 mánaðar verður lagdur fram til
borgaranna kunning og at koma við viðmerkingum og møguligum mót-mælum/kærum.
Eftir framløgutíðina verður býarplanurin lagdur fyri býráðið til seinnu samtykt um mánaðarskiftið juni/juli, og síðani kann hann verða settur í gildi við góðkenning frá Innlendismálaráðnum.
Klaksvíkar Kommuna hevur tey seinastu árini átt sín lut í búskaparvøkstrinum í landinum, sum m.a. hevur skundað undir ein øktan eftirspurning eftir byggigrundlendi, bæði til bústaðir og vinnu.
Harafturat hevur Norðoyatunnilin, sum lat upp fyri ári síðan, gjørt atkomuna til Klaksvíkar munandi betri við tí nátúrligu avleiðing, at tað í dag er enn meira attraktivt at búseta seg og stovna fyritøkur her í kommununi.
Nevndu viðurskifti hava samstundis gjørt tað neyðugt hjá kommununi at seta út í kortið av nýggjum, hvussu tey ymisku økini í kommununi best verða gagnnýtt, og tað er júst hetta, sum er endamálið við at endurskoða verandi býarplan, sum er frá 1981.
Almenn framløga
í tríggjar mánaðar
Eftir drúgt forarbeiði samtykti býráðið á býráðsfundi tann 6. mars 2007 – eftir tilmæli frá byggi- og býarskipanarnevndini – tann endurskoðaða býarplanin, sum við hesum verður kunngjørdur fyri borgarunum í kommununi.
Umframt hesa serligu blaðútgávu, sum inniheldur høvuðstættirnar og úrvaldar partar av býarplaninum, so verður býarplanurin – allur sum hann er – frá og við í dag lagdur fram til almenna kunning í býráðshúsinum (í móttøkuni), á Klaksvíkar Bókasavni, í Árnafirði (í skúlanum), í Mikladali (í fráhaldshúsinum) og á Trøllanesi (í skúlabygninginum).
Somuleiðis eru fólk vælkomin at kunna seg um býarplanin á heimasíðu kommununnar: www. klaksvik.fo, og ein slóð verður eisini løgd umvegis www.nordlysid.fo.
Sum ásett er í byggi- og býarskipanarlógini, verður býarplanurin lagdur alment fram í 3 mánaðar. Hetta er tíðin, sum fólk hava til at kunna seg um býarplanin. Um tygum sum íbúgvi í kommununi hava nakað at viðmerkja, eru tygum vælkomin – innan tann 23. juni 2007 – at senda eina skrivliga viðmerking til Klaksvíkar Kommunu, postboks 2, 700 Klaksvík. Viðmerkingar, sum ynskjast viðgjørdar, krevja at vera undirskrivaðar av sendaranum.
Býarplanur fyri
árini 2007-2027
Tann endurskoðaði býarplanurin, sum nú verður lagdur fram, fevnir um Klaksvíkar bý og bygdirnar Árnafjørð, Norðoyri, Ánir og Strond, hagar koyrandi er, umframt Mikladal og Trøllanes á Kalsoynni.
Endamálið við hesum er at nøkta tørvin og samstundis at stýra menningini av býi og bygdum kommununnar, har býarplanurin er amboðið, sum sigur, hvar, hvat og hvussu bygging í kommununi kann fara fram.
Býarplanurin er ein ætlan, sum vísir á møgulig øki, ið kunnu brúkast til býar- og bygda-menningina tey komandi 20 árini, tvs. fyri árini 2007-2027.
Býarplanurin byggir á metingar og framrokningar av, hvussu stórum økjum brúk verður fyri til bústaðir, vinnu, stovnar o.s.fr., samstundis sum atlit eru tikin til landslag, verandi bygging og ferðsluviðurskifti.
1% í árligum
fólkavøkstri
Býarplanurin er gjørdur við støði í teimum ábendingum, sum hava víst seg tey seinnu árini, har serliga 3 viðurskifti hava gjørt seg galdandi: (1) búskaparvøksturin sum heild í samfelagnum, (2) økti eftirspurningurin eftir byggilendi til bústaðir og vinnu og (3) betraða sambandið við Norðoyatunlinum.
Grundleggjandi verður roknað við 1% í fólkavøkstri um árið frá 2007 til 2027, sum svarar til 22% íalt hesi 20 árini.
Roknað verður við, at Norðoyatunnilin fer at elva til ein vøkstur í íbúgvatalinum og vinnuvirkjum í Klaksvík, sum eisini sæst aftur í vaksandi talinum av umsóknum, sum verða latnar kommununi.
Kommunan má tí kunna bjóða fram lendi til nýggj bústaða- og vinnuøki
Lutur býráðsins
at seta út í kortið
Tað er ikki altíð ein so væl umtókt uppgáva hjá byggi- og býarskipanarnevndini, býráðnum og tess umsiting at seta út í kortið. Eitt nú er tað ikki vist, at allir íbúgvar, til dømis jarðareigarar, eru so fegnir um at teirra jørð verður løgd av til ávíst endamál.
Eins og íbúgvarnir í kommununi eru meiningarnar eisini ymiskar, bæði fyri og ímóti, men skal kommunan vaksa og mennast, so slepst ikki undan hjá býráðnum at fara út um verandi bygda- og býarmørk eftir teimum best hóskandi lendunum til tey ymisku byggiendamálini.




