Í sambandi við at HB hevur vunnið meistaraheitið í fremstu fótbóltskappingini í ár, og at hetta samstundis er tjúgunda meistaraheitið í søgu felagsins, verður skipað fyri almennari móttøku í Gamla Kommunuskúlagarðinum uttan fyri Ráðhúsið leygarkvøldið kl 18:30.
Á skránni verða m.a. røður, har borgarstjórin Heðin Mortensen fer at heiðra FM vinnarunum, og umboð fyri HB og FSF fara at bera fram heilsanir.
Undir móttøkuni fer Havnar Hornorkestur at spæla og eisini verður fýrverk á skránni í Gamla Kommunuskúlagarðinum leygarkvøldið.




