Barnaverndartænastan, Námsfrøðiliga Ráðgevingin (NR) og Sernám eru flutt inn á ovastu hædd í bygninginum hjá Bank Nordik við Klaksvíksveg, sum hevur fingið navnið: Húsið á Fornagørðum.
Barnaverndartænastan, Námsfrøðiliga Ráðgevingin (NR) og Sernám eru flutt inn á ovastu hædd í bygninginum hjá Bank Nordik við Klaksvíksveg, sum hevur fingið navnið: Húsið á Fornagørðum.
Í hesum sambandi verður almenn móttøka á Fornagørðum fríggjadagin 22. mai 2015 frá klokkan 14:00 til 16:30, har høvi verður at síggja nýgjørdu og snotuligu hølini og at heilsa upp á leiðarar og starvsfólk á hesum stovnum.
Í løtuni verða hølini á veghæddini innrættaði til smábarnaheilsufrøðingarnar hjá Gigna í Norðoyggjum. Hesi høli verða ætlandi liðug í juni mánað.
Seinni fer Heilsutrygd somuleiðis at flyta inn í bygningin, og fara tá Heilsutrygd, Barnaverndin, NR, Sernám og Gigni sostatt at halda til í somu lon.
Tað er felagið Christian í Grótinum, sum hevur keypt bygningin, og hevur Klaksvíkar kommuna gjørt leiguavtalu við felagið við tí endamáli at tryggja virksemi hjá hesum stovnunum í Klaksvík.
Hjartaliga vælkomin á gátt á Fornagørðum fríggjadagin frá kl. 14:00.




